Vilja hava mest vitjaðu heimasíðu í Norðurlondum
28. november kl. 15 CET, tekur NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring – nýggja heimasíðu í brúk.
Stílað verður høgt í hesum sambandi: – Mál okkara er at verða fyrst valda heimasíða hjá øllum í Norðurlondum, sum vilja fylgja við í menningini innan vaksnamannalæring, sigur høvuðssamskiparin hjá NVL, Antra Carlsen.
Nýggja heimasíðan hjá NVL – www.nordvux.net vil á ein nútímans og innbjóðandi hátt leggja fram nýggjar frágreiðingar, tíðindi, granskingarúrslit, greinar, seminar- og ráðstevnuúrslit, sum breitt umboða vaksnamannalæring. – Her fert tú at finna norðurlendsk eins og europeisk tíðindi. Fyri at skapa íblástur verður kunnað við dømum og íkasti frá serfrøðingum á økinum. Tað er natúrligt fyri okkum, at arbeitt verður tvørtur um geirar og at allir partar verða tiknir við – hesa síðuna av okkum vilja vit eisini kunna um á heimasíðuni, slær Antra Carlsen fast.
Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring (NVL) varð sett á stovn av Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2005. Endamálið er at geva fólki, ið arbeiða við ymsum verkætlanum og í ymsum umhvørvum høvi at hittast. Hetta fevnir eisini um sambandið ímillum politikk og praksis á læringsøkinum fyri vaksin í Norðurlondum. NVL skal fremja samskifti, nýhugsan og koma við íkasti til norðurlendska virðisøking við at virka fyri samstarvi og virknari luttøku til frama fyri vaksnamannalæring.
NVL verður í tíðarskeiðnum 2013-2017 samskipað av Vox, nasjonalt fagorgan for kompetansepolitikk i Norge eftir áheitan frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Viðmerkingar kunnu sendast til høvuðssamskiparan Antru Carlsen á telefon:
+45 60133750 ella t-post antra.carlsen(at)vox.no
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...