Vilt tú umboða tey lesandi í stýrinum fyri Setrið?
Einaferð um árið er val av umboði og varaumboði fyri lesandi til stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya. Freistin at boða frá uppstilling er mánadagin 19. oktober
Nú ræður um hjá øllum lesandi, sum hava hug at fáa ávirkan á Fróðskaparsetrið at bjóða seg fram.
Tað stundar nevniliga til val av nýggjum umboði og varaumboði fyri tey lesandi til stýrið fyri Fróðskaparsetrið, sum er ovasti myndugleikin á Setrinum.
Sum studentaumboð í stýrinum kanst tú krevja at fáa mál sett á fundarskránna, og tú fært eisini ávirkan á virksemið á stovninum í longdini og menningina av Setrinum.
Umboðið fyri tey lesandi fær 2000 krónur um mánaðin í samsýning fyri at taka lut á í minsta lagi fýra og í mesta lagi 10 stýrisfundum árliga.
Hvør kann stilla upp?
Evstamark at bjóða seg fram sum valevni er 19. oktober, og sjálvt valið verður hildið elektroniskt í døgunum 26. oktober til 2. november.
Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað á Setrinum í valmánaðinum, hava valrætt og eru eisini valbær.
Tey, sum hava hug at stilla upp, skulu lata valnevndini váttan um uppstilling í seinasta lagi eina viku undan valinum. Tað verður gjørt við at senda teldupost til Lestrarskrivstovuna á lss@setur.fo. Váttanarskjal fæst á øllum deildarskrivstovum og fæst eisini við at venda sær til Lestrarskrivstovuna.
Tá vallistin verður kunngjørdur eftir 19. oktober, verður eisini kunnað um, hvussu elektroniska valið fer fram.
Í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya sita sjey limir. Landsstýrismaðurin velur fýra umboð uttan fyri stovnin, starvsfólkini velja tvey og tey lesandi eitt. Fyri hvønn lim verður varalimur eisini valdur. Valskeiðið er fýra ár, tó er skeiðið eitt ár fyri lesandi.
Studentaumboðið tekur sæti í stýrinum við ársbyrjan.
Lesið um mannagongdina fyri val av lesandi í stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya her.
Magnus Steinsson við Streym er í løtuni umboð teirra lesandi í stýrinum. Um tú vilt vita meira um, hvat tað ber í sær at sita sum stýrislimur, so vil hann fegin greiða frá. Hann er at hitta á teldupostinum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...