Vindmyllur og menningina innan vindmyllur
Mikudagin 21. desember kl 14 skipar Setrið fyri spennandi almennum fyrilestri í Læraraskúlahøllini
Fyrilestrarhaldari er Bogi Bech Jensen úr Havn, sum er lektari á Danmarks Tekniske Universitet (DTU), har hann leiðir granskingina innan vindmyllugeneratorar og motorar til elbilar.
Fyrilesturin snýr seg um vindmyllur og menningina innan vindmyllur seinastu árini.
Nomið verður við hesi øki:
- Orkuætlanirnar hjá Europa og serliga Danmark fram til 2050.
- Offshore vindmyllur samanborið við onshore vindmyllur
- Cost-of-Energy (CoE) frá ymiskum orkukeldum
- Menningin innan vindmyllur frá “Danish Concept” og DFIG, til direct drive permanent magnet vindmyllur og aðrar vindmyllur við full-converter.
- Trupulleikin við rare earth matrials.
- Møguligar framtíðar vindmyllur, so sum superleiðandi vindmyllur
Áðrenn Bogi byrjaði á DTU, var hann lektari á Newcastle University í Bretlandi, har hann eisini tók sína PhD. Bogi er sera aktivur á granskingarøkinum og tosar nógv á altjóða ráðstevnum.
Bogi granskar eisini innan undirvísingarhættir og ger nógv burtur úr sínari undirvísing.Hetta leiddi til, at hann vann “Best Teacher Award – Spring 2011” frá DTU Elektro.
Bogi er Associate Editor á IEEE Transactions on Industry Applications, sum er ein av hægst mettu tíðarritunum innan elektriska orku.
Fyrilesturin verður sum sagt í Læraraskúlahøllin, Frælsið 20, mikudagin 21. desember kl 14, har øll eru hjartaliga vælkomin.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...