Petur F. Zachariassen
17.06.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vinir tínir eru eisini mínir

Nýtslan av internetinum til kunning og samskifti hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu 4-5 árini. Umframt støðugt vaksandi nøgd av nettøkum kunningartilfari hava sonevnd sosial netverk havt serliga stóra framgongd.


'Ein kollvelting er um at henda, men vit vita ikki, hvat hon fer at hava við sær'. Soleiðis tók ein gestatalari úr Danmark til á samkomu á Landsbókasavninum í maj 1995 í sambandi við, at Føroyar vórðu bundnar í internetið. Á ólavsøku hetta árið varð fyrsta føroyska heimasíðan sett til.

Hesi 13 árini hava havt stórar broytingar við sær. Nú lesa og hoyra vit dagliga tíðindi, søgur, fráboðanir á heimasíðum og portalum hjá fjølmiðlum, stovnum, felagsskapum o.ø. Nógv mest vitjaða føroyska heimasíðan, portal.fo, hevur havt um 450 túsund vitjanir um vikuna higartil í ár. At sláa upp í eini telefonbók og ferðaætlan (í prentútgávu), er um at vera farin tíð hjá mongum - tað munu vera fáir vaksnir føroyingar, sum ikki hava kagað og leitað á heimasíðunum nummar.fo, atlantic.fo og ssl.fo.

Men vit síggja nú eina broyting á netinum, har tvívegis samskifti verður alsamt vanligari, bæði millum brúkaran og stovnar/fyritøkur og millum persónar í ymsum áhugabólkum. Yvirhøvur er einstaklingurin vorðin nógv meiri sjónligur á netinum. Kreativitetur, opinleika, bersøgni og ósmædni seta dám á samskiftið, kanska serliga í tí yngra ættarliðnum. Føroysku kjakstevnurnar á kjak.fo og kvinna.fo eru dømi um tílíkt samskifti.

Hetta nýggja rákið á netinum verður viðhvørt nevnt WEB 2.0, men hetta skal ikki skiljast sum ein nýggj útgáva av tí tøkniliga partinum. Hóast teldurnar gerast fleiri og sterkari, og meiri breiðband er komið til endabrúkaran, so hava funktiónirnar og tann grundleggjandi teknikkurin stórt sæð verið óbroytt seinastu árini.

Tænasturnar í hesum nýggja ráki kunnu býtast í fýra høvuðsbólkar:

  • Legg út - být um
  • Gerst limur - finn vinir
  • Hjálp mær til at skipa og finna
  • Dreggja og fóðra

Legg út - být um
Hevur tú teldutøkt tilfar (myndir, video-klipp, framløgur v.m.) kanst tú leggja tað út á netið, so onnur kunnu síggja/hoyra títt tilfar. Vanliga eru hesar tænastur ókeypis og opnar hjá øllum at leita og kaga í. Fyri at leggja tilfar út, mást tú skráseta teg, men tú kanst brúka eitt dulnevni sum høvundanavn.

Til video-klipp er kendasta og mest brúkta tænastan ivaleyst Youtube.com. Har finnur tú eina ørgrynnu av klippum (oftast 2-5 minuttir til longdar), við (privatum) upptøkum av tónleiki og ítrótti, ferðafrásagnum, leiðbeiningum, lýsingum, útmeldingum av alkyns slagi o.a.m. Við leitorðunum 'Faroe Islands' og 'Føroyar' liggja ávikavist 778 og 239 video-klipp á Youtube (í juni 2008). Vert er eisini at nevna heimasíðuna Slideshare.net til glærusýningar (slideshows), har ein ofta kann finna dygdargóðar glærur frá framløgum og fyrilestrum um mong ymisk evni.

Gerst limur - finn vinir
Hvør hevur ikki hoyrt um MySpace og Facebook? Hesar heimasíður hava sum høvuðsendamál at lata fólk skráseta seg, skriva ein eginprofil og knýta vinir, sum eisini eru skrásettir, aftrat sær. Vinirnir kunnu so síggja tilfar hvør hjá øðrum. Og her er so møguleikin fyri, at tínir vinir eisini kunnu gerast mínir vinir.

MySpace.com - við slagorðinum 'a place for friends' - er serliga ætlað yngri fólki við áhuga fyri tónleiki, byrjaði í 2003 og segðist í august 2006 at hava 100 mió luttakarar, og sambært onkrari meting skrásetast fleiri enn 200.000 nýggir luttakarar hvønn dag!

Facebook.com byrjaði sum ein stevna fyri lesandi við eitt universitet í USA, og hevur síðani stovnanina í februar 2004 breitt seg um allan heimin við væl omanfyri 100 mió luttakarum. Heitið 'facebook' verður brúkt um bøkur við studentamyndum frá amerikanskum skúlum og lærustovnum. Nógvir føroyingar eru á Facebook, og varðisliga mett eru í minsta lagi 1000 føroyingar skrásettir, kanska upp í fleiri túsund. Til meiri professionelt netsamband skal heimasíðan Linkedin.com nevnast við 23 mió skrásettum brúkarum.

Hjálp mær til at skipa og finna
Spurningin: Goymdi eg slóðina undir 'Foretrukne/Favoritter'? munu nógvir netbrúkarar her á landi hava sett sær. Í staðin fyri at halda skil á slóðum á egnari teldu, kanst tú brúka serligar tænastur á netinum til hetta endamál. Millum tær kendastu eru Del.icio.us og StumbleUpon.com, har tú kanst goyma tínar egnu slóðir (bookmarks). Vanliga krevst ein skráseting hjá tænastuni og eyka installatión til brósaran. Á nógvum heimasíðum, eitt nú á bbc.co.uk, standa knappar til tílíkar tænastur niðast í greinunum, sum lesarin kann trýsta á fyri at skráseta eina peiking til greinina.

Dreggja og fóðra
Alsamt oftari síggja vit nú ein eyðkendan reyðgulan RSS knapp á heimasíðum hjá tíðindaportalum o.ø., t.d. á uf.fo. Við RSS (Really Simple Syndication) ber til frá t.d. egnari heimasíðu at 'leggja eina slangu' til tíðindaportalin, og so hvørt nýggj tíðindi verða løgd út, vilja t.d. yvirskrift og ein samandráttur eisini síggjast har sum 'slangan' kemur inn á egnari heimasíðu. Eitt dømi er Herald.dk, sum er bygd upp við hópin av RSS-slangum, ið eru lagdur út til danskar fjølmiðlar.

Umframt tær persónligu síðurnar, sum fleiri av nevndu tænastunum bjóðað luttakarunum, eru komnar nakrar serskipanir til at umsita persónligar heimasíður. Nevnast kunnu iGoogle og PageFlakes, har brúkarin kann byggja eina persónliga heimasíðu við 'bingjum', sum hava eina ávisa funktión, t.d. við tíðindum, ítróttarúrslitum, topplistum (innan tónleik og film t.d.), myndum, uppgávum v.m.

Nú vita vit ...
hvat kollveltingin, sum byrjaði fyri 13 árum síðani, hevur ført við sær - í hvussu so er higartil.

Keldur: