Virðið á bretska pundinum er fallið nógv - góð tíðindi fyri føroysk lesandi!
Meðan virðið á pundinum er lækkað nógv, merkir tað samstundis, at føroysk lesandi nú kunnu fáa meira burturúr lestrarstuðlinum, ÚSUN.
Fyri einum ári síðani var virðið á einum bretskum pundi yvir 10 dkk, men nú er hetta meira enn 20% lægri, og tað er júst hetta, sum merkir, at føroysk lesandi í m.a. Onglandi kunnu fáa betri sømdir, og í fleiri førum fáa alt undirvísingargjaldið goldið. Undirvísingargjaldið í Onglandi hevur ligið um 9.000£ árliga, og við høga kursinum fyri einum ári síðani, merkti hetta, at sjálvt við stuðli frá ÚSUN mátti hvør einstakur studentur sjálvur gjalda umleið 5000 kr. um árið í undirvísingargjaldi.
Nú er tó øðrvísi, og føroysk lesandi sleppa undan at gjalda meira enn upphæddina sum ÚSUN letur, og útreiðslurnar hjá Studna verða samstundis lægri.
Hvønn týdning Brexit fer at hava fyri bretska gjaldoyrað og hvørja upphædd føroysk lesandi skulu gjalda framyvir, kann bert tíðin vísa.
Her ber til at lesa meira um gongdina hjá bretska pundinum:
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...