Sild.jpg
Svein-Ole Mikalsen
28.11.2019
Setrið Náttúruvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Vísindagrein um sildaarvastrongin

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, vinnu-ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Amplexa Genetics, hevur júst givið út vísindaliga grein í tíðarritinum Scientific Reports

Í greinini verður lýst, hvussu arvastrongurin (genomið) hjá sild var lisin og settur saman. Bæði føroysk heystgýtandi sild og norðhavssild vóru nýttar til samansetingina.

Úrslitini vóru samanborin við úrslit hjá øðrum granskarum, sum eisini høvdu sett sildaarvastrongin saman. Samanberingarnar vístu, at báðar samansetingarnar av sildaarvastronginum vóru sera líkar. Hetta gevur úrslitunum meira tyngd. Greinin lýsir eisini, hvussu báðar samansetingarnar vóru sameindar, og hvussu hetta gav eina enn betri samanseting av sildaarvastronginum.

Viðhøvundar í greinini eru Svein-Ole Mikalsen (Fróðskaparsetur Føroya), Eydna í Homrum (Havstovan), Jan Arge Jacobsen (Havstovan), Paul Flicek (EMBL-EBI) og Hans Atli Dahl (Amplexa Genetics).

Les greinina í fullari longd her

Arbeiðið, ið er lýst í greinini, er partur av ph.d.-verkætlan hjá Sunnvør. Í hesi verkætlan hevur hon hugt nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Henda verkætlan hevur verið við til at skapa grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum.

Stuðlað verkætlanini hava: Granskingarráðið, Fiskivinnuroyndir, Statoil Føroyar, Felagið Nótaskip og Innovationsfonden.