Bárður og Knud (1).jpg
Knud Simonsen og Bárður Niclasen á Náttúruvísindadeildini hava skrivað greinina, grundað á verkætlan frá 2008-2010, sum Granskingarráðið og SEV stuðlaðu fíggjarliga (Foto: Finnur Justinussen)
26.01.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vísindagrein um sjóvarfalsorku á landgrunninum

Ein meting av orkunøgdini í sjóvarfalsrákinum á føroyska landgrunninum, sum orka kann vinnast burturúr, er almannakunngjørd í vísindatíðarritinum Renewable Energy

Tað eru Knud Simonsen og Bárður Niclasen á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, sum hava skrivað greinina, sum eitur "Analysis of the energy potential of tidal streams on the Faroe Shelf".

Í alt verður mett, at í meðal eru um 2 GW, sum orka kann vinnast úr, men um metingin verður avmarkað til bert at fevna um øki, har dýpið er meira enn 40 metrar, og broddurin er harðari enn 2,5 m/s (5 míl), so eru umleið 214–886 MW tøk í meðal.

Hvussu nógv kann vinnast burtur úr hesum, veldst um tøknina. Men aðrastaðni verður ein brøkur upp á umleið 20 prosent ofta brúktur. Hetta merkir, at eini 43-177 MW í meðal kunnu vinnast burtur úr rákinum.

Í metingini er lægra talið fyri tann partin av sjóvarfallinum, sum stendst av meðal ávirkanini av sólini og mánanum. Hægra talið er, tá størri partur av veruliga sjóvarfallinum verður tikið við.

Í vanligum streymkurvum sæst hetta við, at mysingarnar ella streymloysini ikki eru eins gjøgnum eitt ár.

Við at taka størri part av sjóvarfallinum við í metingina, veksur hetta um økini, sum kunnu verða áhugaverd.

Um kravið er, at broddurin er harðari enn 2,5 m/s (5 míl), so veksur hetta um áhugaverdu økini frá 2,8 km2 til 7,7 km2.

Í løtuni verður nýggj tøkni ment, sum kann vinna orku við væl lægri streymferð.

Verður kravið um hægstu streymferð minkað til 2 m/s (4 míl), so veksur økið, ið verður áhugavert, til ávikavist 52,5 km2 og 138,6 km2, og tøka orkan veksur av tí sama munandi.

Greinin lýsir eisini áhugaverda tíðarmunin, sum er millum, nær harðasta rákið er ymsastaðni í landinum.

Frá Skopunarfirði og suðureftir er harðasta rák innan fyri ein stóran tíma, meðan harðasta rákið fyri vestan er um tríggjar tímar seinni. Og har ímillum er harðasta rák í sundum í landnyrðringsøkinum.

Hetta gevur møguleikar fyri at gera eina skipan, sum veitir lutfalsliga javna orkuframleiðslu frá sjóvarfalsrákinum, og sum ikki finst so nógva aðrastaðir kring heimin.

Her síggjast økini, sum eru áhugaverd, tá tað um sjóvarfalsorku ræður. Litirnir á økjunum vísa tíðarmunin

Orkumetingarnar byggja á teldusimuleringar av sjóvarfalsrákinum á Landgrunninum.

Telduroknaðu vatnstøðubroytingarnar eru samanbornar við flóð- og fjørumátingar á 21 støðum kring landið, sum serliga Landsverk, men eisini aðrir stovnar gera og hava gjørt.

Telduroknaði streymurin er samanborin við streymmátingar, sum Havstovan hevur gjørt í Vestmannasundi og úti á landgrunninum vestanfyri, umframt við mátingar frá streymmátitólum hjá Náttúruvísindadeildini, sum vaktar- og bjargingarskipið Brimil setti út og tók upp aftur í Suðuroyar-, Skopunar- og Leirvíksfirði árini 2009-2010.

Teldugjørda rákið, sum orkumetingarnar byggja á, er eisini grundarlag undir sjóvarfalsappini "Rák".

Greinin byggir annars á verkætlan, sum var framd árini 2008-2010, og sum Granskingarráðið og SEV stuðlaðu fíggjarliga.

Hevur tú hald til Renewable Energy, kanst tú lesa greinina her.