Skriva út
Vísindaligt hjálparfólk á SSD
Mirjam Joensen byrjar 1. oktober í tíðaravmarkaðum starvi sum vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og Samfelagsdeildini, hetta í 1 ár.
Hon kemur at vera toghaldari á tvørvísindaligari verkætlan um hvørjar sosialar megir, sum í 19. øld skaptu modernaðu Føroyar. Verkætlanin er sett í verk á Søgu- og samfelagsdeildini og stuðlað av Granskingarráðnum.
Mirjam er útbúgvin cand.mag í listasøgu og føroyskum, hevur vísindaligar royndir og annars viðkomandi royndir frá tvørvísindaligum verkætlanum, arkivarbeiði, projektleiðslu, ritsstjórn og útgávuarbeiði.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...