Vísindavøka 2017 - Lestrarskrivstovan stongd
Í sambandi við, at tað í morgin fríggjadag, 29. september, verður skipað fyri Vísindavøku, er Lestrarskrivstovan á Setrinum afturlatin.
Sum partur av føroyska granskingarumhvørvinum luttekur eisini Fróðskaparsetrið á Vísindavøkuni, har vit eru umboðaði við einum bási. Evnið fyri Vísindavøkuna í ár er "Tilfeingi" og verður hetta lýst, við bæði kunnandi postarum um evnið, eins og umboð fyri Setrið luttaka við at vísa á evnið í samvirknari kunning um hetta.
Vísindavøkan 2017 verður hildin í Perluni, Reinsarínum og á Perlutorginum frá kl. 8.00 til 18.00 og skráin er hendan::
Kl. 8.15 – Setan av Vísindavøkuni - Gunvør Balle, varaborgarstjóri, setur Vísindavøkuna
Kl. 8.15 - 18.00 – Framsýningar og samvirkin tiltøk kring evnið Tilfeingi
Kl. 8.30 -12.30 – 8 Framløgur á 15 min. fyri miðnámsskúlanæmingum og øðrum - sí framløgur HER
Kl. 9.30 - 17.30 – Telt á p-økinum við Hvonn, har lærarar og næmingar í Hoydølum skipa eksperiment fyri næmingum frá mið- og hádeild
Kl. 13.00 Kunngerð av vinnara av kappingini Ársins Vitanarfróðu. Vit stroyma frá handanini.
Kl. 15.00 Handan av ársins Miðlaheiðursløn. Vit stroyma frá handanini.
Kl. 15.30 -17.00 – 5 framløgur á 15 min. fyri øll - sí framløgur HER
Kl. 18.00 – Vísindavøkan endar
Endamálið við Vísindavøkuni er at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum. Umframt luttøku á sjálvari Vísindavøkuni, hava granskarar av Setrinum í september mánað eisini hildið fleiri fyrilestrar kring landið.
Øll eru vælkomin til Vísindavøkuna, sum er almenn og ókeypis.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...