miðnám-í-suðuroy.jpg
19.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøka á fer í Hovi

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð á miðnámsskúlanum í Hovi, har Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Sigurð í Jákupsstovu og Eina H. Eliasen, granskarar, fara at hava framløgur

Vísindavøkan á ferð kemur til Hovs í kvøld við tiltaki á miðnámsskúlanum við trimum framløgum, sum eru umleið 20 minuttir hvør.

Skráin í kvøld er henda:

Arbeiðsháttir innan fornfrøði – fyrr og nú
Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús, Tjóðsavnið

Keyp og søla av orku - frá monopoli til marknað
Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan

Broytingar í heilsustøðuni hjá eldri føroyingum
Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu

Somu framløgur vera fyri teimum lesandi á skúlanum frá kl. 13.35.

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.