Sands bókasavn.jpg
15.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøka á Sandi í kvøld

Í kvøld kl. 18.30 verður Vísindavøka á ferð á Sands Bókasavni, har Inga Kristiansen, Knud Simonsen og Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, granskarar, hava framløgur

Vísindavøkan á ferð kemur til Sands í kvøld við tiltaki á Sands Bókasavni við trimum framløgum, sum eru umleið 20 minuttir hvør.

Skráin í kvøld er henda:

Sambandið ímillum sild, djóraæti og havfrøðiligar broytingar norðan fyri Føroyar í trý áratíggju
Inga Kristiansen, Havstovan

Møguleikar fyri sjóvarfalsorku í føroysku firðunum
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.