![](https://setur.cdn.fo/savn/8793/klaksvíkar-bókasavn-002.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=QPRTTx_7Y5zUeqlu_IDNrJ9t0Z0)
Vísindavøka í Klaksvík í kvøld
Í kvøld klokkan 19 verður Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni, har Meinhard Eliasen, Zvonko Mrdalo og Sólvá Káradóttir Eliasen, granskarar, hava framløgu
Vísindavøkan á ferð kemur til Klaksvíkar í kvøld við tiltaki á Klaksvíkar Bókasavni við trimum framløgum, sum eru umleið 20 minuttir hvør.
Skráin í kvøld er henda:
Føroyska orkuskipanin broytir skap
Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan
Umsiting av pelagiskum fiskastovnum í landnyrðings-Atlantshavi eftir Brexit
Zvonko Mrdalo, Søgu- og samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið
Hvat kunnu makrelegg brúkast til?
Sólvá Káradóttir Eliasen, Havstovan
Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.
Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.
Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...