vísindavøka-á-sands-bókasavni.png
(Foto: gransking.fo)
Brynhild Thomsen
15.09.2021
Setrið
Skriva út

Vísindavøka í kvøld á Sandi

Vísindavøkan 2021 byrjar í kvøld við trimum spennandi framløgum á bókasavninum á Sandi

Í kvøld, mikukvøldið 15. september kl. 19, verður Vísindavøkan á Sands bókasavni, har tríggir granskarar fara at hava framløgu.

Fyrstur at leggja út verður Jákup Reinert Hansen frá Søgur- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Hansara fyrilestur eitur "Skolen settes paa Sands.” Ætlan um bygdaskúlar í Føroyum 1737.

Síðani fer Óluva R. Eidesgaard frá Jarðfeingi at greiða frá møguleikunum fyri at goyma koltvísúrni íundirgrundini í Føroyum. Framlga hennara eitur Føroyska undirgrundin sum CO2-goymsla.

At enda fer Malan Marnersdóttir frá Føroyamálsdeildini á Setrinnum at hava framløgu, sum eitur Náttúruyrking frá landslagi til vistfrøði.

Hvør framløga er 20-25 minuttir, og tiltakið er ókeypis og alment.

Vísindavøkan er størsta almenna granskingartiltak í Føroyum við granskarum á ferð kring landið og einum stórum endabresti í Kongshøll á Vestaru bryggju 24. september.

Sí skránna fyri vísindavøkuna á ferð her.