sjóvinnuhúsið.jpg
Martin N. Simonsen
10.09.2019
Setrið Til lesandi
Skriva út

Vísindavøka í Sjóvinnuhúsinum

Fríggjadagin 20. september kl. 8.00 til 16.00 verður ársins Vísindavøka.

Endamálið er at skapa øktan áhuga fyri og kunnleika til føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Á skránni eru 17 framløgur frá granskarum um sera ymisk evni. Hesar vera í Kongshøll á 4. hædd. Sí alla framløguskránna her

Aftur í ár verður eisini vælumtókta "postara-snarrøðukappingin", ársins miðlaheiðursløn verður handað, og á svalanum á 2. hædd vera framsýningar og tiltøk. Uttanfyri í einum tjaldi verða royndir gjørdar, sum lærarar og næmingar á Glasi skipa fyri, og í einum øðrum tjaldi fer Havstovan at hava framsýning av fiskum. Les skránna fyri enn meira kunning.

Les eisini um Vísindavøkuna á ferð kring landið her