Gamli Skúli (002) Sørvágur.jpg
14.09.2022
Setrið
Skriva út

Vísindavøka í Sørvági í kvøld

Í kvøld kl. 19 verður Vísindavøka á ferð í Gamla Skúla í Sørvági, har Gethin Roberts, Leivur Nattestad Lydersen og Eva Kjøld Hansen, granskarar, fara at hava framløgur

Vísindavøkan á ferð kemur til Sørvágs í kvøld við tiltaki í Gamla Skúla við trimum framløgum, sum eru umleið 20 minuttir hvør.

Skráin í kvøld er henda:

Hvussu stutt- og langtíðar 4D GNSS tíðarrøðir kunnu avdúka deformatiónir av heingibrúgvum
Gethin Roberts, Umhvørvisstovan

Ílegur hava týdning! Ávirkan hjá ílegum á sjúkugongdina fyri COVID-19
Leivur Nattestad Lydersen, Ílegusavnið

Fruktbæri á føroyskum seyði - ein rannsókn eftir arvaligum fruktbæris-frávikum/villum
Eva Kjæld Hansen, Náttúruvísindadeildin, Fróðskaparsetrið

Øll tiltøkini á Vísindavøkuni eru almenn og ókeypis.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum her.

Skráin fyri stóra Vísindavøkutiltakið, sum verður fríggjadagin 23. september í Løkshøll, er her.