Vísindavøkan 2018 verður í Sjóvinnuhúsinum
Í ár verða nýggir karmar fyri Vísindavøkuna. Nú Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggj hølir á Vestaru Bryggju er gjørt av at halda Vísindavøkuna har.
Vísindavøkan 2018 verður fríggjadagin 28. september frá morgni til seint seinnapart. Í Kongshøll, sum er fyrilestrarhøllin á 4. hædd, verða fleiri stuttar framløgur við úrslitum frá aktuellum granskingarverkætlanum. Í gongunum verða postarar sýndir fram. Á 2. hædd og uttanfyri er ætlanin at hava framsýningar og tiltøk.
Vísindavøku verður eisini á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna. Í ár verður hetta skipað øðrvísi enn áður. Talan verður um nøkur skipað tiltøk kring landið við fleiri styttri framløgum sama dag, umframt okkurt tiltak og framsýning.
Skráin og meira kunning kemur seinni.
Endamálið við Vísindavøkuni er at økja kunnleikan til og kveikja áhuga fyri tí, sum fer fram í føroyska granskingarheiminum. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Øll tiltøkini eru almenn og ókeypis.
Luttakandi stovnar og feløg á Vísindavøkuni
Búnaðarstovan
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Fiskaaling
Fróðskaparsetrið
Granskingarráðið
Havstovan
Heilsufrøðiliga Starvsstovan
iNOVA
Ílegusavnið og FarGen
Jarðfeingi
Landsbókasavnið
Landssjúkrahúsið
Tjóðsavnið
Tjóðskjalasavnið
Umhvørvisstovan
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...