Master í fólkaheilsu Sunnuva á Lakjuni (2).jpg
Sunneva Fossdal á Lakjuni (v.m.) og Marna Ellingsgaard (h.m.) hava lokið prógv sum master í fólkaheilsu saman við Hedvig Matras. Í miðjuni er Ára Róin, sum er útbúgvingarleiðari á DHS (Foto: Marin Strøm)
Brynhild Thomsen
03.03.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Visitatiónsskipanin undir luppinum

Hedvig Matras, Sunneva Fossdal á Lakjuni og Marna Ellingsgaard hava tikið prógv sum master í fólkaheilsu frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Tær tríggjar hava skrivað masterritgerðina saman, og undir luppinum hava tær havt føroysku visitatiónsskipanina.

Í mong ár hava almennu Føroyar havt ætlanir um at endurskoða visitatiónsskipanina í heilsuverkinum. Ynskið hjá nýggju fólkaheilsufrøðingunum er, at ritgerð teirra verður brúkt sum íkast til kjakið um, hvussu skipanin á besta hátt kann tæna sínum endamáli.

Hedvig Matras uttast til vinstru saman við Ásu Róin, útbúgvingarleiðara, og Marnu Ellingsgaard

Vit ynskja Hedvig, Sunnuvu og Marnu hjartaliga til lukku við próvnum!