- Vit hava so nógvar góðar undivísarar
Nú er latið upp fyri nýggjum lesandi til bachelor í ritlist og tónlist. Fríggjakvøldið hevði sjónvarpssendingin, Lyst, innslag við tónlistalesandi, og tey lótu sera væl at síni útbúgving á Setrinum
- Vit hava havt ræðuliga nógvar góðar undirvísarar!
Tað sigur Per Ingvald Højgaard Petersen við Finn Koba frá Kvf, sum er komin í upptøkuhølini á Frælsinum fyri at frætta, hvat lesandi á tónlistaútbúgvingini halda um sína útbúgving á Setrinum.
- Ja, ekstremt, svarar Katrina Olsen, sum eisini lesur tónlist.
Á Frælsinum leggja tey hendan dagin demoupptøkur fram, sum eftir ætlan skulu verða partur av endaligu uppgávuni.
Kendi tónleikarin og komponisturin, Guðrið Hansdóttir, er undirvísari.
- Undirvísingin er breið og fer inn á mong ymisk viðurskifti, bæði ástøðiliga, søguliga og eisini tøkniliga, greiðir Per frá.
- Vit koma inn sum listafólk og skulu menna okkum sum listafólk, sigur hann.
- Ja, man lærir at grundgeva fyri teimum tingum, sum man ger, sigur Katrina.
- Tað er totalt opið fyri øllum sløgum av inputti til, hvussu man kann arbeiða víðari, tí vit tosa jú um projektini, meðan tey eru í prosessini, leggur hon aftrat.
- Og vit hava fingið upptøkuhøli eisini - tað er nice!, sigur Per.
Kringvarpið velur at skriva soleiðis í sína undiryvirskift um innslagið.
- Tónleikalesandi siga seg hava fingið nógv burtur úr nýggju útbúgvingini í listaligum arbeiði.
Hevur tú eisini hug at lesa bachelor í listaligum arbeiði á Setrinum, so er at senda umsókn inn nú.
Lesið meira um útbúgvingarnar og upptøku her.
Síggi innslagið í Kvf um útbúgvingina her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...