06.04.2009
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Vit mótmæla...

Vitan verður avgjørt ikki raðfest serliga høgt í Føroyum í dag. Hetta er niðurstøðan frá mótmælisfundinum á Vaglinum í síðstu viku.


Fríggjadagin 3. apríl var tiltak á Vaglinum í Havn, har tey lesandi mótmæltu førda politikkin á útbúgvingarøkinum. M.a. varð spurt: Skal størsta útflutningsvøra føroyinga vera ungdómurin?

Fleiri røðarar høvdu orðið.

Hanus Kamban, rithøvundur, segði m.a.: “Í heiminum stendur í dag eitt stríð millum tey, sum umboða tey fáu og ríku og tey, sum umboða tey mongu ella fjøldina........... Hetta er orsøkin til, at menniskju í stórum tali í eitt nú USA, Íslandi og Lettlandi í dag liggja fram eftir rommum, meiðslað og bløðandi. Hetta er eisini grundin til, at teir ráðandi í okkara landi árini 2004 til
2008, móti øllum búskaparligum reglum lótu tilsamans o.u. 3 milliardir streyma úr lummunum á teimum mongu í hjallin hjá teimum fáu og ríku, uttan at hesi seinnu fyri tað megnaðu at halda uppi einum burðardyggum vinnulívi. Hetta er somuleiðis orsøkin til, at tit ungu standa her í dag, rikin sum tit eru úr tí lærda háskúla, sum skuldi vera okkara stoltleiki og bera okkara samleika.”


Vinnulívsmaðurin Niels Christian Nolsøe legði í síni røðu dent á, at vitanargrundað vinna hevur væl útbúgvið fólk fyri neyðini. Víðari segði hann: “Vit mangla ikki nakað 2. ella 3. bein at standa á, sum tað so ofta verður sagt. Vit mangla útbúgvið, kreativ fólk at skapa nýggjar vinnur og endurnýggja okkara verandi vinnulív.”

Niels Christian helt fram: “Onkur sigur, at um vit bara hava størvini til okkara vælútbúnu útisetar, so høvdu tey flutt heimaftur. Men kanningar aðrastaðni í heiminum vísa, at dugnaligir granskarar, verkfrøðingar, arkitektar, búskaparfrøðingar, designarar, listafólk o.s.fr. búseta seg har, tey finna mentanarligt fjølbroytni og tolsemi. Síðani koma størvini. “


Uni Arge, tíðindamaður, helt, at vit bæði andaliga og mentanarliga hava kapitulerað, tá eitt heilt land og ein heil mentan við egnum máli ikki klárar at útbúgva egið fólk í egnari søgu og egnum samfelagsviðurskiftum.Og hann helt fram: “Hvussu nógv sigur tað ikki um vantandi tilvitan, at landsins einasta universitet má biðja svangar heilar fara heim og síðan út í heim, tí ein ella onnur millión í staðin er stappað niður í eina borimaskinu, sum skal gera ein
tunnil norður ella suður um okkurt vátt fjall?” Uni Arge ivaðist eisini í, um tað millum politikarar í Føroyum verður hildið at vera nøkur dygd at fylla sær høvdið við vitan og perspektivi. Lærdómur og vitan hava ikki góð kor her hjá okkum, helt hann.

Uni segði víðari, at vit tøkniliga eru komin langt í heiminum, men “tøknin í sjálvum sær lyftir okkum ikki inn í tann intellektuella himmalin.”


Uni Árting, jarðfrøðingur og Ph.d-lesandi, siteraði úr stevnuskránni hjá einum av stjórnarflokkum okkara - Javnaðarflokkinum: “Føroyar skulu raðfesta nøkur fá grundleggjandi økir í granskingini, so sum føroyskt mál, mentan og søgu, men sanniliga eisini vinnuliga og samfelagsliga gransking”... og so kemur mest sigandi setningurin hjá Javnaðarflokkinum.... “Í løtuni er alt ov lítil grundleggjandi vísundaligur kunnleiki um samfelagið, tí er mangan trupult at taka politiskar avgerðir bygdar á vitan. Hetta skal broytast við víðfevndari samfelagsgransking.”

Víðari í talu síni segði Uni Árting: “Tað ber ikki til, at persónar, sum als ikki trúgva upp á ungdómin og hansara virði sleppa at stýra okkara landi aftur til miðøldina.”

Uni Árting endaði taluna við at staðfesta, at í staðin fyri at mótmæla, at lyftini verða brotin í samgonguskjalinum, skulu vit krevja, at lyftini verða hildin í samgonguskjalinum.


Røðurnar kunnu lesast í fullum líki á heimasíðuni talara.stovu.net.