- Vit mugu gera íløgur í mál hjá børnum
- Ovurstóri áhugin fyri míni gransking kom óvart á meg, sigur Sissal M. Rasmussen, sum seinnapartin vardi og stóð sína ph.d.-roynd
Seinnapartin var ph.d.-verja í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn. Støðan við koronu-smittuni hevði ikki bara við sær, at sera avmarkað var við plássi til áhoyrarar í sjálvari høllini, og at verjan var talgild á zoom og send á youtube, men tiltakið skuldi als ikki havt verið her á landi.
Sissal M. Rasmussen hevur verið innskrivað á Institut for Sprog og Kommunikation, Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya, og upprunaliga - tað vil siga fyri koronu - skuldi hon verja sína ritgerð í Danmark.
Men støðan gjørdi, at verjan fór fram gjøgnum internetið. Sissal var sjálv stødd í Kongshøll saman við føroysku vegleiðarunum og eini 40 áhoyrarum, og so var danski vegleiðarin og metingarnevndin í Danmark, Svøríki og Noregi.
Ovfarin av áhuganum
Ph.d.-ritgerðin hjá Sissal M. Rasmussen eitur "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter".
- Tað hevur verið ómetaliga spennandi at kunna hugsavna meg um hetta, sum hevur so stóran týdning, og sum hevur víst seg at hava so ovurstóran áhuga eisini, sigur hon.
- Stórur tørvur er á, at vit seta luppin á børn og mál, og eg eri vorðin ovfarin av, at hendan granskingin hjá mær hevur vakt so stóran ans bæði uttanlands og her heima, sigur Sissal.
- Málsligir førleikar hava stóran týdning í lívinum hjá børnum, bæði tá tað snýr seg um tað sosiala, men eisini viðvíkjandi læring. Eg havi arbeitt í mong ár við børnum, sum hava málsligar trupulleikar. Og tá hevur tað týdning at finna fram til, hvat er "typisk menning", so til ber at eyðmerkja "atypiska menning". Tí øll málsliga meting er grundað á typisku málsligu menningina. Við míni ritgerð hava vit so fingið nøkur úrslit, sum siga okkum nakað um, hvat "typisk menning" er hjá børnum, sigur Sissal M. Rasmussen.
Tey smæstu væl fyri
Eitt, sum Sissal hevur lært av sínum granskingararbeiði, er, at børn í Føroyum hava eitt gott grundarlag málsliga.
- Ja, vit hava onga grund at stúra um børn, sum eru yngri enn trý ár. Men vit mugu gera íløgur í tey, so tey menna seg málsliga. Málsliga menningin kemur ikki av sær sjálvum, tí tú lærir mál og ert ikki fødd við máli, sigur hon.
Spurd, hvat hon nú ætlar sær, svarar hon bart út:
- Eg vil miðla míni granskingarúrslit! Fyrst av øllum til tey, sum eru um okkara børn.
Og tað hevur hon høvi til. Tí 1. mars varð Sissal M. Rasmussen sett í starv á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hon skal undirvísa læraralesandi og teimum, sum lesa námsfrøði.
Vit ynskja Sissal M. Rasmussen hjartaliga til lukku við síni ph.d.-ritgerð.
Síggið ph.d.-verjuna, sum var seinnapartin, her.
Lesið eisini frásøgnina hjá Granskingarráðnum her.
Ein stórur dagur hjá allari familjuni. Aftast Jákup, Árni og Billa, fremst Sissal og Ólavur
Stóra smílið avspeglar okið, sum nú ikki liggur á herðunum longur. Vermamman ynskir til lukku
Malan Marnersdóttir, professari frøist um nýggju málgranskingina, sum í hesum døgum verður gjørd á Føroyamálsdeildini
Vegna koronu var ikki gjørligt at hava fulla Kongshøll, men mamma Sissal var við og var ikki sørt errin av dóttur síni
Erla Olsen er dekanur á Námsvísindadeildini, sum nú hevur fingið Sissal M. Rasmussen í starv, har hon skal undirvísa læraralesandi og teimum, sum lesa námsfrøði. - Vit síggjast mánadagin!, segði Sissal við føvninginum fullum av bukettum og gávum
Sharon Millar, deildarleiðari á Institut for Sprog og Kommunikation, stýrdi talgildu ph.d.-verjuni, og tá úrslitið var greitt, klappaði hon á stórskíggjanum í Kongshøll
Og so skuldi mamman hava eitt klemm afturat :-)
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...