Vit mugu velja Føroyar sum miðdepil
Skriva út

Vit mugu velja Føroyar sum miðdepil

Vit skulu tora at krevja nakað av hesum landinum, av hvørjum øðrum og av okkum sjálvum, segði Silja Aldudóttir í røðu vegna tey lesandi, tá ið prógvini vórðu handað


Silja takkaði øllum teimum á Setrinum, sum skapa umstøður at lesa. Hon fegnaðist um tey framstig, sum verða gjørd, tá ið tað kemur til lestrarumstøður.

– Fyri meg hevur Setrið spælt ein heilt avgerandi leiklut fyri, at eg í dag síggi mína framtíð fyri mær her í Føroyum. Gjøgnum Setrið havi eg sæð møguleikar heldur enn avmarkingar við at velja Føroyar sum lestrarland og framtíð, segði Silja Aldudóttir. 

Skulu vit menna landið og bøta um korini hjá teimum, sum ikki hava góðar umstøður, “so mugu vit onkursvegna velja Føroyar sum miðdepil”.

– Vit skulu tora at krevja nakað av hesum landinum, av hvørjum øðrum og av okkum sjálvum. Broyta tað, sum vit halda skal broytast, og krevja tað, sum skal til, fyri at vit øll kunnu trívast her. Og tað gera vit best við at vera her og luttaka í samfelagnum. Vit, sum eru her, eru á ymiskan hátt ein partur av orsøkini til, at hetta samfelagið blómar. Tí eitt sterkt og livandi Setur og ungdómur, sum trívist her, er avgerandi fyri, at Føroyar kunnu halda fram at vaksa og blíva til eitt fjølbroytt og litríkt samfelag, segði Silja Aldudóttir m.a. í røðu síni vegna tey lesandi.

Les alla røðuna.


Silja_Aldudottir_Roeda_til_pro__gvhandan.pdf