Vit og Asia
Skriva út

Vit og Asia

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya eru farin undir eitt nýtt samstarv um at skipa fyri almennum fyrilestrum, ið viðgera akademisk evni.


Í vár vendi leiðslan í Norðurlandahúsinum sær til leiðsluna í Fróðskaparsetrinum at biðja um samstarv. Ynski var at fáa spennandi granskarar og onnur at kunna um ymisk tíðarhóskandi og viðkomandi evni hjá vanliga borgaranum í Norðurlandahúsinum. Setrið og Norðurlandahúsið hava hvør sær gott netverk, ið samstarvið kann gagnnýta og somuleiðis verða við til at menna enn meiri. Semja var um at fara undir samstarv um eina fyrilestrarrøð.
 
Miðað verður eftir, at fyrilestrar verða einaferð um mánaðin fram til mai 2016 í fyrsta umfari. Fyrilestrarnir kunnu verða t.d. mánakvøld ella týskvøld kl. 19.30 í Norðurlandahúsinum. Norðurlandahúsið stendur fyri praktisku fyriskipanini og setur seg í samband við møguligar fyrilestrahaldarar við hjálp og íblástri frá Setrinum. Talan kann vera bæði um fólk úr føroyska vitanarumhvørvinum og fólk, sum koma hendanvegin at vitja. Báðir partar taka sær av at kunna um og marknaðarføra fyrilestrarnar.
 
Byrjað verður nú í september við fyrilestri hjá Geir Helgesen. Geir Helgesen er Asiagranskari og spyr í fyrilestri sínum: Eru vit á veg inn í eina nýggja heimsskipan? Kina, Korea og Japan eru áhugað í Arktis og harvið í okkara parti av heiminum. Bræðingin av ísinum og atgongd til nýggjar siglingarleiðir, nýggj ráevni, fisk og eina órørda náttúru draga fíggjarligu risarnar úr Asiu og eisini nógv av fólkinum úr hesum fjølbygda heimsparti, sum mennist skjótt.
 
Fyrilesturin “Vit og Asia” verður týsdagin 22. sept. kl.19.30 í Skálanum.
 
Fyrilestrarøðin heldur fram uml. einaferð um mánaðin fram til mai 2016.
 
Fyrilestrarnir eru fyri øll og atgongd er ókeypis.