- Vitan er okkara virðismesta tilfeingi
Nú strategiætlanin hjá Fróðskaparsetrinum varð dagførd, hava vit boðið limunum í Mentanarnevndini í løgtinginum at almannakunngera sínar visiónir og ynski um, hvønn leiklut Setrið eigur at hava í føroyska samfelagnum. Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn hevur orðið í dag
Framburður í einum samfelag kann gerast upp ymiskt. Vælferðarstig, atgongd til náttúrutilfeingi, arbeiðstíttleiki, búskaparvøkstur, livistøði, javnrættur og so framvegis.
Men øll hesi hava tað til felags, at tað er vitan og kunnleiki, sum er grundarlagið. Vitan um, hvussu tað stendur til hjá einligum forsyrgjarum. Vitan um, hvussu uppsjóvarfiskurin ferðast. Vitan um, hvør eftirspurningurin er eftir vørum og tænastum. Vitan um fólkaheilsu og hóskandi viðgerð. Mann kundi hildið fram.
Vitan er bulurin í allari samfelagsmenning. Frá tí fyrsta hjólinum til landbúnaðarkollveltingina, til upplýsingartíðina, til ídnaðarkollveltingina, til talgilda vitanarsamfelagið, sum vit liva í í dag. Vitan skapar tøknilig frambrot, nýskapan, nýhugsan, íverksetan, vøkstur, mentan, trivnað, heilsu og vælveru. Fortreytin fyri einum tíðarhóskandi samfelag er eitt samfelag, sum virðismetir vitan, brúkar verandi vitan og skapar nýggja vitan, í øllum lívsins viðurskiftum.
Vitanarsamfelagið skuldi vera garantur fyri, at vit fingu ein meira upplýstan heim. At hava alla tøka vitan í heiminum í buksulummanum er sanniliga ein kollvelting fyri okkum øll. Men kunnleiki og upplýsing er ikki altíð tað sama sum vitan og sannleiki. Vit liva í eini avbjóðandi og polariseraðari tíð við falstíðindum, alternativumr sannroyndum og sjálvkendum sannleikum. Tí er tað meira neyðugt enn nakrantíð við sterkari siðvenju í vísindaliga háttalagnum, lærda fróðskapinum og førleikanum til at meta um, taka fyrivarni, skilja samanhangir, viðurkenna óvissu og skilja, at heimurin og alt í honum, er torgreiddur.
Til tess at lyfta hetta krevst, at samfelagið – og politiska skipanin – virðismetir og raðfestir vitanarstovnar. Fróðskaparsetrið hevur, sum frá er liðið, eina sera drúgva siðvenju í fleiri týðandi fróðskapargreinum.
Tað, sum kanska serliga skilir Fróðskaparsetrið frá øðrum lærustovnum í heiminum, er, at Føroyar, føroyskt og føroyingar eru snúningsás. Tað fært tú onga aðrastaðni í heiminum. At lýsa úr føroyska samanhanginum, at viðgera úr einum føroyskum sjónarhorni og at skapa føroyska siðvenju – á føroyskum – er ikki bara samfelagsmennandi, men beinleiðis tjóðarbyggjandi. Tí er Fróðskaparsetrið – umframt at vera ein vitanardepil – ein tjóðarbyggjandi stovnur, sum øll politiska skipanin má síggja virði í og raðfesta við hesum í huga.
Fróðskaparsetrið hevur eina drúgva søgu, men sammett við universitet kring heimin er Fróðskaparsetrið lutfalsliga nýtt. Undangongufólk hava tryggjað okkum føroyingum ein sterkan stovn til gransking og læru, men Fróðskaparsetrið er í einari ævigari tilgongd um at vera betri í dag, enn tað var í gjár. Tað má altíð vera málið. Tí má mann áhaldandi endurskoða skipanina og útbúgvingarnar til at møta og nøkta tí tørvi, ið er í samfelagnum.
Fróðskaparsetrið er ein endurspegling av samfelagnum, og samfelagið ein endurspegling av Fróðskaparsetrinum. Tí er tað ikki líkamikið, hvussu tingini verða gjørd, hvat verður raðfest og ikki, og hvørji tilboð Fróðskaparsetrið hevur. Fróðskaparsetrið eigur at arbeiða tætt saman við tí privata og tí almenna, soleiðis at gransking og lærdómur – umframt ástøðiligi parturin – tekur støði í tí veruliga, praktiska og ítøkiliga. Hetta fyri at Fróðskaparsetrið framhaldandi er ein meira integreraður partur av samfelagnum, og at samfelagið fær sjóneykuna á tað sanna virðið, sum eitt framkomið Fróðskaparsetur hevur. Í einari tíð við vaksandi stikni fyri akademia og intelligensia er hetta alneyðugt.
Fyri at tryggja, at Fróðskaparsetrið er á altjóða stigi, mugu vit góðskutryggja stovnin. Arbeiðið við at vera fullur partur av Bologna-sáttmálanum má raðfestast politiskt, soleiðis at Setrið kann skjalfesta, at mann er á altjóða stigi.
Vitan er okkara virðismesta tilfeingið. Hendan sannroyndin er enn galdandi, og eitt framkomið land má hava ambitiónir um okkara fróðskap. Vit skulu bera so í bandi, at alt økið frá Sjóvinnuhúsinum niðan til gamla Venjingarskúlan á Frælsinum verður eitt stórt kampusøki til frama fyri fróðskapin. Har skal útbúgving, gransking, nýmenning og íverksetan samvirka, soleiðis at vit finna nýggjar vinnuvegir og skapa betri loysnir innan øll samfelagsviðurskifti.
Alt Fróðskaparsetrið skal savnast á hesum økinum, og vit skulu gera pláss til lestraríbúðir, kaffistovur, bókasavn, lestrar- og undirvísingarhølir og alt annað, ið hoyrir til, og sum er einum framkomnum Fróðskaparsetri virðiligt.
Føroyar skal vera ein vitanardepil, og politiska skipanin má fara í gongd við at fyrireika eina heildarætlan fyri, hvussu vit fáa allar bestu umstøður fyri okkara Fróðskaparsetur, og hvussu vit kunnu samvirka gransking, íverksetan og útbúgving til at fáa eina drívmegi, ið kann flyta landið longur inn í framtíðina.
Bjarni Kárason Petersen, tinglimur
**
Lesið eisini greinina hjá Edvu Jacobsen úr Sambandsflokkinum um Setrið her og hjá Beintu Løwe úr Tjóðveldi her.
Lesið strategiætlanina hjá Setrinum, Mál og mið 2020-2024, her.
Lesið um, at Setrið skrivar undir Magna Charta Universitatum her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...