Skriva út

Vitja Setrið í Öström mentanarnáttina

Mentanarnáttina, fríggjakvøldið 2. juni, verður Setrið at hitta í Fabrikkini hjá Öström á aðru hædd frá kl. 19.00 til 23.00. Skráin er fjølbroytt við framløgum, framsýning, filmi, tónleiki og sjálvsagt onkrum at leska seg við.


M.a. eru sera áhugaverdar og fjølbroyttar framløgur um spennandi granskingarevni at hoyra (eitt sindur sum TED-talks, um fólk kenna tað). Setrið hevur m.a. fingið vitjan av granskara úr Orknoyggjunum, sum fer at hava framløgu um tær serligu útbúgvingarligu og starvsligu avbjóðingarnar, ið fólk hava, sum koma úr smáum oyggjasamfeløgum.

Harumframt eru básar, har til ber at fáa eitt prát við deildirnar og livandi tónleikur, umframt framsýning um søgu Setursins.

Øll eru hjartaliga vælkomin. Setrið bjóðar vaflur við róma og súltutoyi og kaffi, te og vatn.

SKRÁ

19.00: Dyrnar lata upp fyri almenninginum
19.15: Elin Brimheim Heinesen, lestrarskrivstovuleiðari, býður vælkomin
19.30: Filmur frá 2016 um Setrið (11 min.)
19.45: Lesandi greiða frá

20.00 – 21.20: Framløgur à 10-12 minuttir:
20.00: "Kongaríki í samstarvsloysi"
Erla Olsen, Námsvísindadeildin

20.20: "Útbúgvingar innan orku á Setrinum"
Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin

20.40: "Hvar fer føroyski sjófuglurin um veturin"
Jóhannis Danielsen, Náttúruvísindadeildin

21.00: "Siðaarvur á Setrinum, ábyrgd og avbjóðing"
Tóta Árnadóttir, Føroyamálsdeildin

21.20: Tónleikur við Kára Sverrasyni og Hans Jacob Kollslíð

21.40-23.00: Framløgur à 10-12 minuttir:
21.40: "Career development in island communities – an Orkney and Shetland perspective" (fyrilesturin er á enskum)
Rosie Alexander, University of the Higlands and  Islands, Orkney Dep.

22.00: "Closing the door on Colitis Ulcerosa" (bruni í langanum/tjúkktarminum) (fyrilesturin er á enskum)
Amanda Gratton Vang, Sjúkrarøktarfrøðideildin

22.20: "Grind sum vinnuvegur"
Erling Isholm, Søgu- og samfelagsdeildin

22.40: "Hvønn týdning hevur fótbóltur fyri heilsustøðuna hjá fólki við prediabetes"
May–Britt Skoradal, Sjúkrarøktarfrøðideildin

23.00: Endi

Kunning um skránna er eisini at finna á Facebook HER og á plakat uttanfyri Öström.