Vitjan frá Stanford 13102020 (3).jpg
Martin Mohr Olsen, ph.d.-lesandi, Johnny í Grótinum, námslektari, Chik Collins, rektari, Christian Seelos, leiðari á Global Innovation for Impact Lab á Stanford, Hans Ellefsen og Árni Jóhan Petersen, adjunktar (Foto: Elisa Vang)
Brynhild Thomsen
15.10.2020
Setrið
Skriva út

Vitjan frá Stanford University

- Hvørjar eru fólkaræðiligu avbjóðingarnar í talgildu øldini?

- Hvørjir máttir sameina og kloyva amerikanska fólkið?

- Megnar sivilsamfelagið at blomstra í talgildu tíðini?

Hetta eru nakrar av rámandi yvirskriftunum á undirsíðu hjá amerikanska Standford University, sum kallast Stanford PACS.

PACS stendur fyri Philanthropy and Civil Society og er ein granskingardepil fyri lesandi, vísindafólk og fólk, sum arbeiða á teimum økjum, sum granskað verður í. Her verða hugsanir, sum hava til endamáls at skapa sosiala broyting, rannsakaðar.

Stanford PACS hevur sum endamál at víðka um dygdargransking í filantropi, sivilsamfelagi og sosialari nýmenning, og at fáa granskingarúrslitini at virka í verki so víða sum gjørligt.

Ein serlig granskingar- og nýmenningareind liggur undir PACS. Hon eitur The Global Innovation for Impact Lab ella stytt GIIL, og har er Christian Seelos leiðari.

Hann vitjaði á Søgu- og samfelagsdeildini fyrr í vikuni, har hann greiddi frá arbeiðinum, sum tey gera á GIIL.

Árni Jóhan Petersen, adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini, samskipaði vitjanina hjá Christian Seelos. Hann sigur, at tað hevur stóran týdning fyri starvsfólk á Setrinum at knýta persónlig sambond.

- Einki kann sum persónlig sambond lata dyr upp fyri møguligum samstarvi, og hóast talan í hesum føri var um eina meira ófomliga vitjan, so kann okkurt spretta burturúr, sigur Árni Johan Petersen.

Christian Seelos hevur sambært Árna Johan Petersen eina kritiska tilgongd til innovatión. Innovatión ella nýmenning verður í heilum brúkt næstan sum eitt positivt gandaorð, men øll frambrot hava eisini bágar við sær. Oljan er eitt dømi. Hon var eitt veldigt frambrot, tá hon bleiv okkara orkukelda, men hon hevur eisini øgiligar trupulleikar við sær. Nú stendur grønt orkuskifti á breddanum, men eisini her eru trupulleikar, sum mugu handfarast.

- Christian Seelos hevur eyga fyri smáu frambrotunum, og vit høvdu eitt áhugavert orðaskifti um hetta á deildini, sigur Árni Johan Petersen.

Seelos legði eisini fram nakrar av høvuðstættunum í bókini "Innovation and Scaling for Impact: How Effective Social Enterprises Do It", sum hann hevur skrivað saman við Johannu Mair, sum leiðir GIIL saman við Seelos, og er akademiskur redaktørur á Stanford Social Innovation Review. Og so varð skift orð um, í hvønn mun innihaldið í útgávuni kann vera viðkomandi fyri áleikandi avbjóðingar her í Føroyum.

Seelos skrivaði síðani í bókina, sum nú er í savninum her á Setrinum.

Sí stutta video um GIIL er her.

Lesið meira um Christian Seelos her.

Bókin vann One Book Award (besta útgáva í 2015,2016 og 2017).