Vitjan í Sandavági
Skriva út

Vitjan í Sandavági

Mikudagin 14. mars 2018 vóru studentar á Føroyamálsdeildini í kirkjuni í Sandavági og hugdu at Sandavágssteininum. Túrurin var liður í undirvísingini í málsøgu, har rúnir eru ein partur.


Rúnir
Tær elstu norðurlendsku rúnainnskriftirnar eru frá uml. 200-300 eftir Kr. Rúnirnar eru tær elstu keldurnar til ta germonsku málættina, ið kallast frumnorrønt. Tað elsta rúnastavraðið hevði 24 stavir og nevnist vanliga fuþark eftir teimum fyrstu seks stavunum. Í tíðarskeiðinum frá uml. 500 til 700 minkaði rúnastavraðið frá 24 til 16 rúnir.
Í grannalondum okkara eru fleiri rúnafundir komnir undan kavi, meðan talið á funnum føroyskum rúnainnskriftum er sera avmarkað. Nevnast kunnu ymiskir lutir við stuttum rúnainnskriftum, t.d. kelvi, spjaldur og ein biskupsstólur við rúnaristum. Í flestum førum eru tær føroysku rúnainnskriftirnar stuttar – tó uttan Sandavágssteinurin. Føroysku rúnainnskriftirnar eru vitni um eina skriftmentan í Føroyum í tíðarskeiðinum frá tíðliga í miðøld til siðaskiftið. Rúnaristurnar eru eisini eitt tekin um, at Føroyar og føroyingar vóru partur av einum norrønum mentanarøki í útnorðri.

Sandavágssteinurin
Sandavágssteinurin verður fyrstu ferð umrøddur í Tingakrossi 16. mai 1917. Hann varð funnin veturin fyri í Eingjartoftum í Sandavági.
Fyrstur at týða steinin var Mikkjal á Ryggi, sum hevði áhuga fyri rúnum, og hetta eydnaðist honum, tá sæð verður burtur frá tveimum rúnum. Hesum rúnum fekk Johs. Brøndum-Nielsen, málfrøðingur, skil á.
Málið sum verður nýtt á steininum ber, sambært Brøndum-Nielsen, ikki serlig føroysk máldrøg, men minnir meira um málið, sum varð tosað í Útsynningsnoregi, ella Stavanger-økinum, sum fyrr varð kallað Rogaland.
Brøndum-Nielsen metir at steinurin er høgdur eftir ár 1200. Hesa meting ger hann við at hyggja at hvat slag av rúnum eru nýttar.

Mikkjal á Ryggi
Eftir at sandavágsmenn ásannaðu, at tað var ein rúnarsteinur, sum teir høvdu grivið upp, vórðu boð send eftir Mikkjali á Ryggi at koma at hyggja at steininum, tí hann var vitugur í nógvum málum.
Mistak Mikkjals var at finna í triðju og fjórðu reglu á innskriftini. Tó kunnu vit taka samanum og ásanna, at tulkingin hjá Mikkjali, sum var lagamaður, tá tað kom til rúnatulking, var sera beinrakin. Hvaðani hann hevur fingið henda kunnleika um rúnir, vita vit ikki, men helst er tað sjálvlært, og tessvegna enn meira hugvekjandi.

Týdningurin
Rúnarristur er ein sera týðandi kelda til elstu málini í Norðurlondum, og tær eru eisini ein týðandi heimild um føroyska miðøld. Sandavágssteinurin og tílíkt tilfar er ógvuliga týdningarmikið fyri føroyska málsøgu. Steinurin sigur okkum, at tað vórðu ristar rúnir í Føroyum í miðøld.

Út frá Sandavágssteininum ber til at fáa eina hóming av, hvussu málið, og serliga skriftmálið var í tíðini, tá hann varð ristur.

Les longri útgávu av greinini her