Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli
Hóraldur Joensen, Náttúruvísindadeildin
14.02.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Vitrunnin sátt og semja í makrelmáli

Hóast stóra politiska makrelósemju landanna millum, so samarbeiða granskingarstovnar og vinnufeløg í Norðurlondum og Canada um at loysa hetta stríðið í sátt og semju.


Yvirvalda sundurlyndi og samlyndi serfrøðinga
Eftir at makrelur (Scomber scombrus L.) í miklum meingi er komin norður eftir og inn í føroyskt og íslendskt havøki og stór áhaldandi norðurlendsk-europeisk politiskt ósemja er íkomin um rættin til hetta virðismikla tilfeingi, so hava stillfør fróðarfólk í Íslandi, Noregi, Canada og Føroyum tikið seg saman í ein granskingarbólk fyri at lýsa og loysa málið við vitrunnari ellar rationellari framferð. Eitt av endamálunum hjá hesum granskingarbólki er at finna út av stovnauppbýtinum av makreli í Norður-Atlantshavinum eins og veita høgt kvalifiseraða ráðgeving um, hvussu hetta marina tilfeingið kann umsitast burðardygt. Eitt annað endamál er at loysa stóra politiska trætumálið um býti og gagnnýtslu av makrelinum í Norður-Atlantshavinum skynsamt. Og grundað á vunnu vitanini frá verkætlanini, so er meiningin harafturat at spáa um hvussu makrelurin fer at ferðast í næstu framtíð orsakað av mannaelvdum og náttúrligum veðurbroytingum.

Framkomnar genetiskar kanningar
Samstarvsbólkurin er samansettur av umboðum frá granskingarstovnum, universitetum og marina ídnaðinum í nevndu londum. Meiningin er at gera framkomnar genetiskar kanningar, sum saman við ymsum upplýsingum so sum veiðuknattstøðu, veiðutíð, dýpi, temperaturi, vekt, longd og kyni kunnu geva eina greiðari mynd av teimum ymsu stovnunum. Vitan frá hesum rannsóknum skal harafturat fáa greiði á hvussu blandingsstovnurin er samansettur, eftir at hesin soltni, svangi og stóri stimi er komin norður á beitisleiðirnar í føroyskum og íslendskum gróðrarríkum havøkjum at eta seg stóran og feitan og harvið helst skerja føðslugrundarlagið hjá øðrum meiri staðbundnum djórum.

Makrelstovnar og nDNA markørar
Verkætlanin fer eisini at meta um hvaðani makrelurin í íslendskum, norskum og føroyskum havøkjum kemur. Harafturat verður áherðsla løgd á at avgera um norðureystur-atlantiski makrelurin er ein panmictisk populatión ella felagsstovnur við uppruna í Europa ella ei. Projektið fer eisini at framleiða kunnleika um skifti í ferðingarmynstri orsakað av umhvørvisbroytingum eins og geva betri innlit í útbreiðsluna í Norður-Atlantshavinum. Hetta er fyrstu ferð, nDNA-markørar (nDNA = kjarnuDNA, DNA = deoxyribonucleic acid) saman við lívfrøðiligum og umhvørvisligum upplýsingum verða nýttir til at eyðmerkja makrelstovnar í Norður-Atlantshavinum.

Nýggj sekvenseringstøkni
Ílegu-amboðini ella genetisku tólini, sum fara at verða ment í verkætlanini, fara at gera tað møguligt hjá fiskiídnaðinum at skilja stovnar frá hvørjum øðrum í veiðu av blandingsstovni og harvið menna eitt munagott háttalag at umsita marina tilfeingi skilagott. Genetisku amboðini í umbúna verða grundað á nýggja sekvenseringstøkni, sum fer at gera tað møguligt at  menna genetiskar markørar munandi bíligari.
 
Breiða verkætlanarendamálið kann býtast í hesi parta-mál

a. Menna nýggjar genetiskar markørar við at nýta framkomna sekvenseringstøkni.
b. Nýta nýggju markørarnar til genetiska greining av makrelsýnum frá ymsum gýtingarøkjum og veiðustøðum í íslendskum, føroyskum, norskum og canadiskum sjógvi. Hesar genetisku greiningarnar umfata ílegu-margfeldi og stovna-eyðmerking.
c. At menna ein genetiskan datagrunn, sum eisini umfatar lívfrøðiligar og umhvørvisligar upplýsingar um makrelstovnar í Norður-Atlantshavinum.
d. At veita fiskiídnaðinum, stjórnum, altjóða felagsskapum, fiskiveiðufelagsskapum, vísindafólkum, íløgumenniskjum og pengaísetarum vitan um burðardygga umsiting av marinum livandi tilfeingi.


Fígging
Teir tíggju luttakandi íslendsku, føroysku, norsku og canadisku partarnir í verkætlanini arbeiða í løtuni hvør sær og saman við at søkja eftir fíggjarligum styrki frá ávikavist nationalum og internationalum grunnum fyri at kunna fremja verkætlanina í verki. Verður verkætlanin mett verd at stuðla av metingarliðum fíggjargrunna tjóða, so fer verkætlanin av barkastokki beinanvegin.


Náttúruvísindadeildin á FF
Hóast fíggjarliga niðurpínd, fátæk og virksemisskerd í ólukkumát, so luttekur Náttúrúvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya eftir førimuni virkin í verkætlanini í sátt og semju saman við Universitetum, granskingarstovnum og vinnufeløgum í øðrum norðurlondum og Canada.