VITSKA: Too Good To Go – minka um matoyðsl
Í kvøld, týskvøldið 24. januar kl. 19:30, halda vinnararnir av Umhvørvisviðursløn Norðurlandsráðsins í 2016 fyrilestur um arbeiði teirra við at minka um matoyðsl og íverksetan í Norðurlandahúsinum.
Too Good To Go er ein online pallur, sum hevur til endamáls at minka um matoyðsl. Hugtakið gevur fólki møguleika at keypa mat, sum annars hevði verið tveitur burtur, bíliga. Hetta verður gjørt við at keypa mat frá matstovum, kaffistovum, gistingarhúsum, matvøruhandlum og bakarum umvegis app teirra nevnd Too Good To Go.
1/3 av øllum mati í heiminum endar í ruskíløtunum, og matoyðsl er ein av trimum teimum størstu orsøkunum til útlát av vakstrarhúsgassum. Too Good To Go er á ein nýhugsandi hátt við til at broyta hesa gongdina – og so er tað eisini gott fyri pengapungin.
Síðan felagið varð sett á stovn í Danmark í 2015, hevur tað bjargað 353.000 máltíðum frá ruskílatinum. Tað svarar til áleið 700 tons av mati. Í dag er Too Good To Go eisini í Noreg, Bretlandi, Fraklandi og Týsklandi, og pallurin verður í løtuni royndarkoyrdur í New York.
Tiltakið er týsdagin 24. januar kl. 19:30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum.
Tiltakið er ókeypis.
VITSKA er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri.
Næstu VITSKU-fyrilestrarnar eru:
Týsdagin 14. februar: Norðurlendskur filmur
Týsdagin 21. mars: Býarplanlegging og javnstøða
Týsdagin 18. apríl: Kristin Vilhjálmsdóttir – um arbeiði við tilflytarabørnum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...