Vón er tørvur hjá tí doyggjandi
Nýggj vísindalig grein vísir, at vón hjá doyggjandi er týdningarmikið fyribrigdi, sum ikki er nóg nógv granskað
Ein vísindalig grein við heitinum: “Hope Pictured in drawings by patients newly diagnosed with advanced cancer”, er nýliga útgivin á Journal of Clinical Nursing.
Millum rithøvundarnar eru Kristianna Hammer, fyrrverandi lektari, Hildigunn S. Højgaard, fyrrverandi námslektari og August Wang, adjungeraður professari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.
Greinin vísir, at vón er ein integreraður partur av tørvinum hjá tí doyggjandi og er eitt týdningarmikið fyribrygdi, sum ikki er blivið granskað nóg mikið.
Endamálið við kanningini aftanfyri greinina var at lýsa vón sum fyribrygdi og at kanna upplivingina av vón hjá sjúklingum við nýstaðfestari, framkomnari krabbameinssjúku.
Kanningin brúkti eitt fenomelogiskt-visuelt háttalag, har sjúklingarnir skuldu tekna og eftirfylgjandi interviewast.
Granskingarspurningurin var:
- Hvussu avmynda sjúklingar, sum fáa palliativa røkt, vón í einari tekning
- Hvat sermerkir tekningarnar av vón
Niðurstøðan var, at vónin, sum varð avmyndað í tekningum, kom til sjóndar í litum, skapi, linjum, metaforum og eisini var hon inkorporerað í innara dirvi, ytri orku, relationell sambond og transsendalari trúgv.
Tað vísti seg eisini, at vónin alla tíðina var tvinnað saman við fortíð, nútíð og framtíð, og at hon støðugt stríddist móti vónloysi.
Greinin vísir, at spennið millum vónina um at verða grøddur og veruleikan at vera ólekjandi sjúkur, er eitt pardoks, sum sjúkrarøktarfrøðingar og annað heilsustarvsfólk eiga taka hædd fyri.
Tekning vísti seg at vera eitt hóskandi amboð til at skilja fyribrigdi, sum ikki kunnu sigast við orðum og gevur nýggjar møguleikar til sjúkrarøktarfakliga vitan um lívsverðina hjá sjúklingum, sum hava fingið staðfest krabbamein.
Tekning kann soleiðis vera við til, at røktin til sjúklingar við framkomnari krabbameinssjúku í størri mun kann verða snikkað til tann einstaka, heldur enn at tað verður hugsað í kassum.
Greinin kann lesast her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...