FO seminar_oct_2021_v2_BST.png
Brynhild Thomsen
26.10.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Webinar: Grøn orka á skipum og bátum

Mikudagin 27. oktober klokkan 13 verður grønt orkuskifti á sjónum sett á skránna á brandaktuellum webinarið á Fróðskaparsetrinum. Øll kunnu fylgja við stroyminum her

Útlátið má og skal minka, men hvussu skulu vit bera okkum at fyri at minka um størstu útlátskeldurnar, sum í Føroyum uttan samanbering eru frá skipum og bátum?

Hetta verður høvuðsevnið á webinarið á Fróðskaparsetri Føroyaq seinnapartin í morgin við Desislavu Todorova, Jon Jordan, Kára Mortensen, Janus Thomsen, Anu Holden Peters og Richardi Mortensen.

Oljunýtslan skal minka mest møguligt fram til 2030, og helst skulu vit vera leys av olju í 2050. Og tí hevur tað skund og er neyðugt at finna onnur brennievni til okkara flutnings- og vinnufør á sjónum.

Fróðskaparsetrið er partur av eini Northern Periphery and Arcitic-verkætlan, nevnd ”Hydrogen Utilisation and Green Energy”, stytt HUGE. Aðrir luttakarar í verkætlanini eru universitet og felagsskapir í Írlandi, Norðurírlandi, Skotlandi, Finnlandi og Íslandi.

Nú verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum, verður skipað fyri almenna webinarinum, har evnið "null-útlátsbátar" verða umrøddir, og hvørji krøv hetta setur til grønu orkuskipanirnar.

Tiltakið verður stroymt á Youtube her.

Fundurin verður á enskum, og skráin er henda:

  • 13:00 - 13:10: Welcome & HUGE Introduction; Desislava Todorova, HUGE Project Coordinator
  • 13:10 - 13:25: Hydrogen for North Sea ports and harbours; Jon Jordan, NS HyMAP
  • 13:25 - 13:40: Energy transition in the Faroes – status and future; Kári Mortensen, Dept. Head, Faroese Environment Agency
  • 13:40 - 13:55: From oil to renewable energy – challenges and opportunities; Janus Thomsen, CEO, Effo
  • 13:55 - 14:15: Coffee and Networking
  • 14:15 - 14:30: Burðardygt Vinnulív - The power of collaboration; Ana Holden Peters, Sustainability consultant
  • 14:30 - 14:45: Constructing the first Faroese zero-emission aquaculture workboat; Richard Mortensen, Head of Sales and Procurement, MEST
  • 14:45 - 15:30: HOT Service – Faroese case study overview; TEA & HUB Application to Faroese Case study
  • 15:30 - 16:00: Q&A and Closing Remarks

Spurningar um tiltakið kunnu sendast til Sigurð í Jákupsstovu á sigurdj@us.fo.