korona-mynd-1.jpg
13.10.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Webinar: Kreppuleiðsla og etiskt samskifti

Er kreppuleiðsla etiskt samskifti? 16. oktober klokkan 13 verður ókeypis og alment webinar um etiskar spurningar undir koronufarsóttini úr norðurlendskum sjónarhorni 

Tað er norðurlendska nevndin í bioetikki, "The Nordic Committee on Bioethics", sum skipar fyri.

Talan er um eina røð av webinarum undir heitinum "The Ethics of the Covid-19 Pandemic: Nordic Perspectives", har orðaskifti verður um etiskar spurningar í sambandi við koronufarsóttina og árinini á okkara samfeløg.

Norðurlendska nevndin, NCBIO, hevur til endamáls at fremja sínámillum vitanarútlutan og samstarv millum vísindafólk, tingfólk, almenn starvsfólk og almenning annars.

Á hesum fyrsta webinarinum verður m.a. spurt: Er kreppuleiðsla etiskt samskifti?

Hetta er spurningur, sum finski professarin, Matti Häyry frá Aalto Universiteti fer at seta fram. Eyja Margrét Brynjarsdóttir, professari og Madeleine Heyenhjelm, lektari koma síðani við sínum viðmerkingum, áðrenn kjak verður undir leiðslu av Marko Ahteensuu, dosenti.

Lesið skránna her.

Teknið tykkum til webinarið her.

Súsanna Mortensen, námslektari á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, er eygleiðari í nevndini vegna Føroyar.