Skriva út
Webinar um framtíðar læring og tøkni
Týsdagin 24. november kl. 13.30 – 14. 30 GMT skipar Distansnetverk NVLs, ið arbeiðir til frama fyri øktari nýtslu av KT-amboðum í vaksnamannalæru, fyri webinari um framtíðar læring og tøkni.
Fyrilesari er Ville Venäläinen, sum starvast sum menningarleiðari á Otava High School í Finnlandi – ein skúli, ið m.a. bjóðar on-line miðnámsútbúgving. Framløgan tekur støði í ritgerð um “The Future of Generic Machine Intelligence”.
Øll eru vælkomin at luttaka, men skráseting er neyðug. Skráseting fer fram HER:
Freistin at boða frá luttøku er 20. november.
Les meira um webinarið í lýsingini
Og um Distans á: http://nvl.org/distans
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...