Webinar um hægri lestur í Danmark
Mikudagin 18. februar verður eitt webinar um upptøku á hægri lestri í Danmark 2015.
Eitt webinar er ein talgildur fundur, sum byrjar við eini framløgu frá einum vegleiðara um eitt ávíst evni.
Síðani kunnu luttakararnir spyrja spurningar gjøgnum kjattið.
Fundurin/webinarið fyri føroyskar umsøkjarar verður mikudagin 18. februar frá kl. 16.00 til umleið kl. 17.30 og evnið er: Upptøka á hægri útbúgvingum í Danmark 2015 / Optagelse til videregående uddannelser i Danmark 2015.
Tosað verður millum annað um, hvussu mann søkir gjøgnum kvotu 1 og 2? Nær mann skal søkja gjøgnum kvotu 1 og 2? Hvat er serstakt fyri føroyskar umsøkjarar? Við ella uttan danskt cpr-nr. og heimasíðuna Optagelse.dk
Fyri at luttaka á fundinum, mást tú hava eina teldu ella ein teldil, sum hevur ljóð og samband við internetið.
Webinarið verður á hesum leinkinum.
Vegleiðarin, ið hevur framløguna, er Sanne Akraberg Højlyng frá eVejledning/ug.dk
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...