West Nordic Studies á UArctic Congress 2016
Lau Blaxekjær adjunktur og Martin Mohr Olsen umboða Fróðskaparsetur Føroya á University of the UArctic Congress 2016 í St. Pætursborg.
UArctic er samstarvsstovnur fyri universitet í øllum arktiska økinum, ið eisini bjóðar fígging til útbúgvingar og gransking. West Nordic Studies á Fróðskaparsetri Føroya er partur av UArctic samstarvinum.
Hesa vikuna setur Lau Blaxekjær alment gongd í eitt sokallað "Thematic Network", ið er ein samstarvandi granskingarbólkur settur saman av granskarum úr londum bæði í og uttanfyri Arktis. Ætlanin er, at netverkið; "Thematic Network on Arctic Coastal Communities for Sustainability" skal granska í avbjóðingum, sum standa fyri framman hjá strandalondunum í Arktis, og savna seg um gransking í eitt nú matframleiðslu, orkuframleiðslu og vitanarframleiðslu. Ætlanin er, at Føroyar verða karmur um eina ráðstevnu um hesar spurningar í fyrru helvt av 2017.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...