West Nordic Studies nógv fleiri altjóða umsóknir
Altjóða umsøkjararnir til West Nordic Studies-útbúgvingina í ár eru fleiri og eru úr ymiskum londum
Á heysti 2015 varð farið undir masterútbúgvingina West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Talan er um sokallaða netverksútbúgving, t.v.s. at fleiri universitet samstarva um útbúgvingina. Hini universitetini eru tey í Bodø, Akureyri, Reykjavík og Nuuk. Útbúgvingin setur sær fyri at búgva kandidatarnar til at taka við teimum avbjóðingunum, sum globaliseringin hevur við sær í samfeløgunum í útnorðri.
Øktur áhugi uttan fyri Útnorðri
Veðurlagsbroytingarnar, ikki minst árinið av broytingunum í Arktis, hava helst við sær, at útbúgvingin eisini hevur áhuga millum onnur enn bara tey, sum búgva í økinum. 1. mars var var freistin at søkja fyri tey, sum ikki eru norðurlendingar. Talið á altjóða umsóknum kundi bent á, at West Nordic Studies-útbúgvingin hevur vakt ans uttanlands. Fimm altjóða umsóknir eru komnar, og tær eru frá umsøkjarum úr Bangladesj, Russlandi, Gana, Onglandi og Týsklandi. Í fjør vóru tær tvær, ein úr Niðurlondum og ein úr USA.
Útbúgvingin hevur rakt ein tørv
– Hetta eru sjálvandi ikki stór tøl. Men hetta er ein spildurnýggj útbúgving, so gongdin er gleðilig. Fyrispurningarnir uttaneftir um útbúgvingina eru nógv fleiri í tali, so eg eri sannførdur um, at økta umsøkjaratalið ikki er tilvild, men endurspeglar, at vit hava rakt ein tørv, eisini uttan fyri útnorðurøkið, sigur Lau Øfjord Blaxekjær, sum er úbúgvingarleiðari á West Nordic Studies-útbúgvingini.
Ikki ovfarin
Hann er ikki ovfarin av, at umsøkjarar eisini eru úr londum, sum ikki eru partur av útnorðri, t.d. úr Gana og Bangladesj. Hini universitetini í samstarvinum hava umsøkjarar úr Suðurkorea, Italia og Belgia umframt úr USA, Kanada og Svøríki.
– Heimurin verður alt meira samantvinnaður – politiskt, búskaparliga, logistiskt, sosialt – so tí kunnu eisini onnur øki enn tey í nærumhvørvinum vera sera viðkomandi fyri eitt land, sigur Lau Øfjord Blaxekjær, ið var ein teirra, ið tók stig til og fyrireikaði útbúgvingina.
Evsta mark er 9. mai fyri norðurlendingar
Eftir 9. mai verður greitt, hvussu nógvir studentar verða tiknir upp á masterútbúgvingini í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management, tí tá er umsóknarfreistin hjá føroyingum og øðrum norðurlendingum farin.
Lau Øfjord Blaxefjord fegnast eisini vegna tey føroysku lesandi um vaksandi útlendska áhugan.
- Hetta er ein altjóða útbúgving, og alt fer fram á enskum, og eitt størri tal av útlendskum lesandi fer eisini at styrkja altjóða umhvørvið í útbúgvingini, sigur leiðarin á West Nordic Studies-útbúgvingini at enda.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...