Winny 30 ára starvsdag á Setrinum
Tann 11. januar vóru liðin 30 ár síðani Winny í Pætursastovu kom á Setrið at starvast. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini mikudagin 21. mars frá kl. 15.
Í samband við 30 ára starvsdagin fekk eg orðið á Winny til eina stutta samrøðu um hesa tíð hennara á Setrinum.
Tey flestu, sum hava havt nakað við Setrið at gera, hava møtt hesi fyrikomandi kvinnu. Winny er við árunum blivin ein sjálvsagdur partur av stovninum. Hon er altíð kvik at hjálpa bæði starvsfelagum og viðskiftafólki.
Winny er havnarkvinna, uppvaksin úti á Reyni. Sum ung leitaði hon sær til Danmarkar. Har valdi hon at fara undir pedagogútbúgving í Ålborg og tók prógv í 1977. Eftir at hava verið útiseti í 11 ár, tað eina árið í Kanada, valdi hon at venda heim aftur til Føroya og fór í starv í vøggustovuni við Velbastaðvegin og starvaðist innan hetta økið næstu 9 árini. Samstundis var hon eisini ein av teimum, sum setti á stovn Pedagogfelagið.
Á Setrið
Seinast í 80’unum var lítið arbeiðsloysi í Føroyum og Winny hevði nú hug at skifta lívsleið og royna nakað nýtt. Á Setursskrivstovuni vóru 2 starvsfólk farin úr starvi og Winny vendi sær tí til Maud Heinesen, setursskrivara, sum hon kendi uttan av Reyni, um starvsmøguleika. Longu fáar dagar seinni, tann 11. januar 1988 byrjaði hon á Setursskrivstovuni, har eisini Ovi Dam tá var skrivstovufulltrúi. Setursskrivstovan helt tá til á loftinum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og Petur Zachariassen, sum tá var rektari, hevði eisini skrivstovutíð har nakrar tímar um vikuna. Nakrar mánaðir seinni varð eitt fólk sett afturat, sum tók journalina. Starvsøkið hjá Winny var sum skrivstovufólk í fyrisitingini.
Fróðskaparsetrið var tá skipað eftir lógin frá 1965, og umframt fyrisitingina, setursráðið og rektarin, vóru tá tær tríggjar deildirnar: Føroyamálsdeildin, Náttúruvísindadeildin og so Søgu- og samfelagsdeildin, sum var byrjað árið frammanundan, á sumri í 1987. Deildirnar høvdu, umframt vísindafólk, sínar egnu skrivarar, meðan Setursskrivstovan hevði ta yvirskipaðu fyrisitingar og fíggjarligu ábyrgdina.
Føroya Fróðskaparfelag, sum er byrjanin til Setrið v.m., var tá umsitið av setursskrivstovuni, setursskrivarin var skrivari hjá felagnum eins og umsitingin var á Setursskrivstovuni.
Setrið bjóðaði tá á hvørjum vetri skeið í føroyskum – skeið fyri útlendingar, framhaldsskeið og próvskeið í føroyskum, umframt Cambridgeskeiðini, sum byrjaðu í 1982. Og umsitingin av hesum skeiðum var ein av uppgávunum hjá Winny.
Nakrar ferðir um mánaðin varð somuleiðis skipað fyri fyrilestrum í fyrilestrasalinum á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Á hvørjum ári var gjørdur ein faldari um virksemið hjá Setrinum. Hesin varð sendur kring landið, eisini til stovnar og bókasøvn.
Í 1995 flutti Setursskrivstovan inn í bygningin hjá Føroyamálsdeildini og árið eftir víðari yvir í Reinshús, áðrenn flutt varð inn á loftið í Gróthúsinum í januar 2001.
Í 1996 varð Granskingarráðið sett á stovn. Hetta arbeiðið byrjaði á Setursskrivstovuni har setursskrivarin, sum tá var Annika Sølvará, var skrivari eins og umsitingin av hesum var á Setursskrivstovuni.
I nógv ár hevur Winny eisini verið álitisfólk fyri starvsmannafelagslimirnar, sum starvast á Setrinum eins og hon var eitt tíðarskeið varasetursskrivari.
Við tíðini mentist virksemi á Setrinum og eitt nú blivu verkætlanir ein fastur táttur og kravdu hesar nógv arbeiði at umsita. Higartil eru meira enn 130 verkætlanir settar í verk hendanvegin.
Nýggjar tíðir á Setrinum
Nýggj lóg um Fróðskaparsetur Føroya var sett í gildi í 2008, tá Setrið varð lagt saman við Føroya Læraraskúla og Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Í hesum sambandi varð stýrið valt og fór undir sítt virksemi í januar 2009. Tvey umboð skuldu veljast fyri starvsfólkini og tá gekk Winny á odda fyri, at annað av hesum skuldi umboðað fyrisitingina. Og Winny varð sjálv vald til hendan álitispost, sum hon røkti komandi fýra árini.
Winny er ikki í iva um, at samanleggingin í 2008 hevur verið tann størsta avbjóðingin hjá Setrinum. Mentanirnar á teimum trimum stovnunum vóru so ymiskar og enn tann dag í dag eru hesar ikki nóg væl samansjóðaðar á samanlagda stovninum.
At Setrið er, og øll árini hevur verið, eitt spennandi arbeiðspláss, er Winny ikki í iva um. Ikki minst eru tað broytingarnar, sum hava givið avbjóðingarnar, men samstundis eru tað hesar, sum hava givið høvi hjá starvsfólkum at mennast. Eitt, sum Winny serliga hevur havt nógva gleði av, er samstarvið innan NUAS (Nordic Association University Administrators), sum hevur givið so avbera nógv.
Samanumtikið heldur Winny, at tað fyri allar starvsbólkar er gott at geva rúmd fyri at hugsa meira um, hvat tað er fyri eitt arbeiðspláss, ið vit virka í. Hvat fáast tínir starvsfelagar við, hvussu samstarva tit og hvussu røkka tit einum felags endamáli? Her er samskifti eitt avgerandi amboð. Eitt annað, sum hon heldur eigur at verða ein náttúrligur partur av einum universiteti, eru afturvendandi traditiónir, sum geva høvi til at hittast og hugna sær saman, og tað bæði starvsfólk og lesandi.
Framtíðar Setrið
Winny hevur sum so einki beinleiðis boð uppá, hvussu Setrið fer at síggja út um 5 -10 ár. Tó er hennara vón, at tað tá er komið eitt kampus, so stovnurin verður savnaður á einum staði. Øll hesi árini hevur Setrið verið alt ov spjatt og tað er ein fótongul fyri stovnin. Og tað er ongin ivi um, at Winny sær savnaða stovnin fyri sær á Debesartrøð, har møguleiki verður hjá lesandi at verða ein livandi partur í býnum, og ikki í útjaðaranum av Havnini.
At enda minnir Winny á, at fyrisitingin er ryggurin í Setrinum, sum skal halda stovninum saman. Tí er tað eisini hennara ynski, at tað frameftir verður arbeitt fyri, at Setrið fær eina alsamt sterkari fyrisiting. Stovnurin er vaksin nógv seinastu árini, ikki minst við fleiri nýggjum og spennandi útbúgvingum og granskingarøkjum, men fyrisitingarøkið er ikki sloppið at fylgja líka væl við í hesi menning.
Vit ynskja Winny hjartaliga til lukku við 30 ára starvsdegnum, takka fyri fyrimyndarligt samstarv og gleðast um, at vit eru so heppin at kunna hava teg og tín rúgvismikla kunnleika um stovnin í nøkur ár afturat.
Og vit minna aftur á, at skipað verður fyri almennari móttøku fyri Winny í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini mikudagin 21. mars frá kl. 15.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...