Nordiske-flag (2).jpg
(Foto: Hansjorn, commons.wikimedia.org)
Brynhild Thomsen
04.05.2020
Setrið
Skriva út

Yrkisleið og yrkisvegleiðing í Norðurlondum

"Career and Career Guidance in the Nordic Countries" er heitið á nýggjari bók um yrkisvegleiðing og lívslanga vegleiðing í Norðurlondum

Bókin kom út 1. mai, og starvsfólk á Setrinum hava givið íkast til útgávuna. Bókin fevnir um nýggjastu granskingina í vegleiðing í øllum Norðurlondum og viðger evni so sum vegleiðarapolitikk, praksis í londunum, vegleiðaraskipanir, góðska í vegleiðing og professionalisering av vegleiðaraøkinum.

Fleiri av teimum, sum eru við í hesi útgávuni, eru undangongufólk í vegleiðing og serfrøðingar, sum hava undirvíst á MA-útbúgvingini í vegleiðing á Fróðskaparsetrinum frá 2013 – 2017. Teirra millum er Sif Einarsdóttir, sum er útbúgvingarleiðari á MA í vegleiðing og adjungeraður professari á Setrinum.

Sí lýsing av útgávuni her.

Nýskapandi MA-útbúgving

Kapittulin, "Career Guidance in Nordic Self Governing Regions", hava Elisabeth Holm, altjóða samskipari og Deirdre Hansen, fyrrverandi vegleiðari á Setrinum skrivað saman við starvsfeløgum úr Grønlandi og Orknoyggjum.

Sí stutta lýsing her.
Sum part av menningini og professionaliseringini av vegleiðarayrkinum í Føroyum verður MA-útbúgvingin í vegleiðing lýst sum nýskapandi.

Útbúgvingin er eitt gott dømi um liðiliga læring, tvørvísindi, samstarv millum fremstu serfrøðingarnar í vegleiðing í Norðurlondum og eitt skipað íkast til menning av lívslangari vegleiðing í Føroyum.

Eisini verður víst á, hvønn týdning e-vegleiðing hevur í fjarskotnum økjum fyri at geva øllum borgarum javnbjóðis atgongd til vegleiðing.