Skriva út

Yvir 7000 harur skotnar í 2012

Endiliga var hon her. Frágreiðingin, sum lýsir haruveiðuna í Føroyum 2012. Her kanst tú lesa, at sørvingar í Norðara parti av Norðurtriðingi vóru teir, ið skutu flest harur Føroyum í 2012, at flestu harurnar vórðu skotnar á Streymoynni, at Vestmanna var ársins harubygd og at meginparturin av harunum verða skotnar leygardagar.


Frágreiðingin er 44 blaðsíður og lýsir, hvussu haruveiðan hilnaðist ymsastaðni í Føroyum í 2012. Veiðan verður samanborin millum: hagapartar, oyggjar og bygdir, og hugt verður eftir, hvussu nógv varð skotið fyrsta og síðsta dag og teir ymisku leygardagarnar í harutíðini. Eisini er ein kapittul við søguligum veiðutølum við í frágreiðingini.

Hetta er ein fyrsta roynd at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Í  frágreiðingini eru eru tilsamans 5.381 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2012. Men yvirlitið er tíðanverri ikki fullfíggjað, so helst er samlaða talið av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum í 2012 omanfyri 7.000.


FØROYSKI HARUSTOVNURIN
Nú var 2012 eitt serstaka vánaligt ár til haru. Flestu harumenn siga, at teir bara hava fingið umleið helvtina av tí, sum teir vanliga plaga at fáa. Er hetta rætt, verða eitt miðal ár skotnar dupult so nógvar, t.e.14.000, harur í Føroyum. Siga vit, at helvtin av harunum í stovninum verða skotnar á hvørjum ári, so var samlaði føroyski harustovnurin í 2012 umleið 14.000 harur. Eitt miðal ár er harustovnurin kanska tað dupulta.


SØRVINGAR RASKASTIR
Raskastir at skjóta harur í 2012 vóru teir í hagapartinum Norðurtriðingur, Norðari partur í Sørvági. Teir fingu tilsamans 120 harur á 10 túrum. Teimum á baki komu teir á Skálatoftum á Borðoynni við 116 harum, sum teir fingu á 8 túrum. Á triðja plássi vóru teir í Dúvugørðum í Saksun við 110 harum, eisini á 8 túrum.

Í 20 teimum bestu haruhagunum í Føroyum vórðu skotnar tilsaman 1.693 harur, sum er 31% av samlaðu veiðuni í 2012. Í 2012 var fyrstu ferð, at teir skutu harur í Hesti. Teir vóru tveir túrar, og fingu tilsamans 25 harur.


FLESTU HARUR SKOTNAR Í STRYMOYNNI

Kanningin vísir, at í 2012 vórðu flest harurnar skotnar í Streymoynni, tilsamans 2.511, sum er 47% av samlaða talinum av harum, sum vórðu skotnar í Føroyum. Í Vágum vórðu skotnar 948 harur, í Eysturoynni 567 og á Borðoynni 447 harur. Tað var eisini á Streymoynni, at flestu túrarnir vórðu gjørdir. Tilsamans 293 harutúrar eru skrásettir í 73 av teimum 82 hagapørtunum, sum eru í Steymoynni. Í Eysturoynni gjørdu teir 103 túrar og í Vágunum 93 túrar, har teir tilsamans fingu 948 harur.


VESTMANNA ÁRSINS HARUBYGD
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har flestu harurnar vórðu skotnar í 2012. Tilsamans skutu vestmeningar 429 harur á teimum 31 túrunum, sum teir gjørdu í teimum 10 haruhagunum, sum hoyra til bygdina. Í Sandavági fingu teir 320 harur á 45 túrum  og í Sørvági 292 harur á 36 túrum.


LEYGARDAGSSKJÓTING
Hóast tað í Føroyum er loyvt at skjóta haru einar 50 dagar um árið, so verður tó mest skotið leygardagar. Á mynd 3 er víst hvussu skjótingin hylnaðist 11 ávísar dagar í veiðutíðuni í 2012.

Fyrsta leygardag vórðu skotnar tilsaman 831 harur í 61 høgum kring landið. Hetta er 19% av samlaðu haruveiðini, og 11% av túratalinum. Seinasta dag vórðu skotnar tilsamans 628 harur í 95 høgum.
 

FACEBOOK HØVUÐSKELDAN
Yvirlitið byggir á úrslit frá 649 einstøkum harutúrum, sum vórðu gjørdir í 199 ymiskum hagapørtum í 68 bygdum í Føroyum. Upplýsingarnir eru fingnir til vega frá tilsamans 183 ymiskum heimildarfólkum kring landið.

Innsavningin av veiðitølunum í hesi frágreiðingini byggir á upplýsingar, sum eru fingnir frá harumonnum kring landið. Innsavningin av veiðitølum er í størstan mun farin fram við Facebook-bólkinum “Haruskjóting í Føroyum”. Hetta er ein afturlatin bólkur, sum tú kanst gerast partur av, við at søkja um tað, ella  tú kanst verða lagdur aftur at bólkinum av einum at teimum, sum longu eru við.


Eftir at veiðitíðin var liðug, var eisini ringt til bøndur og harumenn, sum eg var vitandi um, ella hevði frætt um, høvdu skotið harur í 2012.

Ætlanin er at endurtaka hesa uppteljingina komandi ár og vónandi verður yvirlitið fyri haruveiðina fyri 2013 enn meira fullfíggjað.


ANNAÐ TILFAR.

  • Lurta eftir innslagnum um haruskjóting, sum var í Surk-sendingini hjá Kringvarpinum hjá 5. januar 2013 her (mp3-fílur 14 minuttir, 13 MB).