Bryggjan 8.jpg
(Foto: Leivur Thomsen)
05.10.2021
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Yvirliva smáu skipini marknaðargrundaða skipan?

Nýggj vísindalig grein er útkomin, sum viðger spurningin, um ein marknaðargrundað fiskivinnuskipan køvir smáu eindirnar og letur alt upp í hendurnar á stóru skipunum

Hans Ellefsen, adjunktur í búskaparfrøði og varadekanur á Fróðskaparsetur Føroya, og Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, hava givið íkast til nýggju greinina um fiskivinnu og fiskivinnuumsiting.  Sjey Norðurlond eru kannað, Ísland, Grønland, Danmark, Svøríki, Finnland, Noreg og Føroyar.

Greinin er givin út í viðurkenda tíðarritinum, "Fish and Fisheries", og hinir rithøvundarnir eru Max Nielsen, sum er høvuðsrithøvundi, Peder Andersen, Frank Asche, Cecilie Hammerlund, Ayoe Hoff, Daði Már Kristófersson, Rasmus Nielsen, Kristin Roll, Hörður Sævaldsson, Jarno Virtanen og Staffen Waldo.

Greinin viðger nógv umrødda trupulleikan, at lond, ið hava fingið sær marknaðargrundaða fiskivinnuskipan (ITQ), missa tey smáu skipini, og at tey stóru skipini fara avstað við øllum. Hetta kann eisini hava við sær fráflyting úr útjaðarum við nógvari fiskivinnu til stórplássini.

Í nýggju greinini, sum eitur "Can small-scale fisheries survive marketbased management?" verður trupulleikin kannaður við dømum úr øllum Norðurlondum.

Ein niðurstøða er, at marknaðargrundaðar fiskivinnuumsitingar ikki neyðturviliga hava við sær, at flotin við minni førum minkar. Lutvíst tí, at størri skipini fiska pelagiskan fisk, meðan smærru skipini fiska botnfisk. Men ein betri frágreiðing er, at tað er politiskur vilji til at hava smærri før, og tað tí eru gjørdar reguleringar, sum forða handli millum skipabólkarnar í ymisku londunum.

Fyri at kanna hetta eru dømi ("case studies") úr ymsu londunum sett upp. Øll londini uttan Føroyar hava seinnu árini broytt sína fiskivinnuumsiting, t.d. frá eini skipan við óumsetiligum kvotum til umsetiligar kvotur. Dømini eru rættiliga ymisk í londunum.

  • Fyri Ísland eru tríggir bólkar valdir: Flakatrolarar, pelagisk skip og útróðrarbátar. Kvotuskipanin í Íslandi varð gjørd umsetilig frá 1990, tó at serskipanir hava verið gjørdar fyri smærru bátarnar seinnu árini. Í tí íslendska døminum eru samanborin tøl fyri nøkur ár, áðrenn kvotuskipan fyri allar bólkarnar í 2017, og ein stór minking er farin fram av talinum á skipum í øllum bólkum. Men tann lutfalsliga minsta minkingin er farin fram fyri tey smæstu skipini (tó at útgangsstøðið ikki er tað sama fyri allar bólkar).
  • Fyri Grønland er dømið við smærru rækjubátunum samanborið við størru rækjuskipini við framleiðslu umborð. Her er eisini gjørd ein nýggj skipan við umsetiligum kvotum bæði fyri tey størru í 1991 og eisini seinni fyri tey smærru førini í 2000. Eins og í Íslandi er eisini farin stór minking fram her av fiskiførum í báðum bólkum og ikki kann sigast, at smærru rækjubátarnir minka meira í tali enn teir størru.
  • Danmark hevur eisini fingið umsetiligar kvotur, og her er kannað smærri skip (<18m) í mun til størri skip í botnfiskiskapi í Norðsjónum. Danmark fekk sær umsetiligar kvotur frá 2007. Her eru sum aðrastaðni tó eisini serskipanir fyri smærru skipini. Her er eisini sama niðurstøða, at tað ikki serliga eru smærri skipini, sum minka í tali, men at báðir bólkar minka í skipatali.
  • Svøríki hevur í 2009 eisini fingið sær umsetiligar kvotur, men tó bert fyri pelagiskan fiskiskap. Dømið, sum verður kannað í Svøríki, er pelagiskur fiskiskapur við minni førum (<24m) og við størri førum. Hugt verður eftir lyklatølum áðrenn og eftir, at umsetiligu kvoturnar komu. Eisini her er talan um eina minking í tali av skipum, men tað er ikki størri minking fyri minnu skipini enn fyri tey størru.
  • Fyri Finnland er dømið eisini pelagiskur fiskiskapur. Her hava tey eisini fingið umsetiliga kvotuskipan í 2017, sum avloysti eina skipan við mest loyvdari veiðu, eisini kallað olympiskt fiskarí. Hetta hevur longu (tøl fyri 2019) havt við sær eina minking í flotanum, bæði fyri smærri og størri før, men ikki meira fyri tey minnu.
  • Fyri Noreg er dømið fiskiskapur eftir botnfiski við smærri skipum (15-21 m) og fiskiskap hjá trolarum. Her er fingin ein skipan við sokallaðum strukturkvotum í 1997, men hetta hevur sum í hinum londunum ikki havt eina størri ávirkan á tey smærri førini enn á tey størru førini.
  • Fyri Føroyar er hetta ikki kannað heilt sum í hinum londunum, tí at hóast tað kom ein nýggj fiskivinnulóggáva í 2018, so hava vit ikki fingið nakra nýggja skipan at regulera fiskiskapin undir Føroyum ella aðrastaðni í mong ár. Tað nýggja í tí lóggávuni tá var at regulera atgongdina, og tað var bert fyri partar av flotanum. Fyri at hava nakað at samanbera við, greinar tað føroyska dømið fiskiskapin eftir botnfiski undir Føroyum við troli og línu, ið er regulerað við fiskidøgum, og samanber tað við fiskiskapin í Barentshavinum, ið er reguleraður við umsetiligum kvotum. Hugt varð eftir árunum 1997 og 2017 fyri at síggja eina gongd yvir tíð. Her er niðurstøðan tann sama sum í hinum londunum, at tað ikki er serliga tey minnu skipini (fiskiskapurin undir Føroyum), sum minka í talið, men at tað heldur hendir ein minking í skipatali í báðum bólkum. 55 trolarar og línuskip vóru í 1997 og 44 í 2017, meðan tað vóru seks flakatrolarar í 1997 og fýra í 2017.

Áhugavert er at síggja, at øll londini seinnu árini hava fingið onkrar umsetiligar kvotur fyri fiskiskap, tó at tey ikki hava sett tað í verk fyri allan fiskiskap.

Í greinini verður eisini hugt at búskaparligum lyklatølum. Og í føroyska døminum sæst, at trol- og línufiskiskapur undir Føroyum hevði nøktandi yvirskot í 1997, men hetta yvirskot minkaði til nærum einki í 2017. Gongdin hevur verið tann øvugta fyri Barentshavsflotan, sum hevur havt stóra framgongd í yvirskoti frá 1997 til 2017.

Henda framgongdin fyri tey størri skipini samanborið við tey smærru førini er ikki galdandi fyri øll dømini omanfyri, men tað er galdandi fyri tey flestu.

Dømini eru tó so ymisk við bæði pelagiskum og botnfiski, at tað ber ikki beinleiðis til at samanbera tey í øllum førum yvir lond.

Greinin, sum krevur hald, kann lesast her.


Samandráttur á enskum:
Market-based fisheries management systems give incentives to reduce the fleet size and employment, which increases earnings and contributes to resolve the tragedy of the commons. However, the often-stated expectation that economies of scale cause the disappearance of small-scale fishery is not observed in many cases. In this study, we investigate the effects on fleet structure in the period after introducing individual fishing quotas or individual fishing days with various degrees of transferability in selected fisheries in the seven Nordic countries. Despite observing economies of scale in most cases, it is found that the market- based fisheries management often does not reduce the small- scale fleet more than the fleet of large vessels. This is explained partly by small vessels targeting demersal species and large vessels pelagic species, and partly by the larger need of larger than small vessels to continuously utilize their capital stocks through fast adaptation to ensure return. A more important explanation is the regulation design, with limitations in sale of fishing rights and lease between vessel groups and regions and in the share of the total quota holdings of fishing rights by individuals and vessels. This is important for countries considering the introduction of market- based fisheries management, since the Nordic experiences show that with proper regulation design, economic gains can be achieved with small- scale fishing surviving even under economies of scale.