4
des
Kl. 14:00. Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn Tiltak
Skriva út
Almenn gestaframløga: US Democracy and Diplomacy
Mikudagin 4. desember frá klokkan 14 - 15 verður almenn gestaframløga í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn við amerikansku diplomatunum Meg Young og Meghan Ihre
Meg og Megan arbeiða báðar á amerikansku sendistovuni í Keypmannahavn.
Framløgan verður um, hvussu tað er at arbeiða sum diplomatur, hvussu sendistovurnar virka, og so verður amerikanskt fólkaræði og valskipanin eisini viðgjørd.
Tiltakið er fyri lesandi, starvsfólk og almenningin. Eftir framløguna verður høvi at seta spurningar.