17
feb
deadline.jpg


Kl. 12:00.

Skriva út

Evstamark at søkja stuðul frá Granskingarráðnum

Freistin at søkja um stuðul til gransking frá Granskingarráðnum er 17. februar  2025 klokkan 12:00

Tvær ymsar stuðulsskipanir eru, har til ber at søkja:

Stuðul til gransking. Hetta er við fyrivarni fyri, at Løgtingið játtar pening til skipanina í 2025. Játtanin í 2024 var níggju milliónir krónur.

Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking. Í hesum umfarinum eru upp í tríggjar milliónir krónur tøkar at søkja. Játtanin kemur frá Frítíðargrunninum, sum varð umskipaður í 2022.

 Fyri báðar skipanir er galdandi, at stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Tað er ásett, at stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Postdoc og øðrum verkætlanum, sum eru longri enn seks mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum (bara stuðul til gransking)

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Tað er krav, at í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingarráðnum. Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 krónur. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan frá Granskingarráðnum fer sjáldan væl upp um 1,1 millión krónur til granskingarverkætlanir, ella 1,7 milliónir krónur til ph.d.-verkætlanir.

Neyvari krøvini kunnu lesast her: Stuðul til gransking og Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking

Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.

Umsøkjarar og stovnar ella fyritøkur, sum ætla at søkja, eru vælkomin at venda sær til Granskingarráðið at fáa ítøkiliga vegleiðing. Teldupostur gransking@gransking.fo og telefon 567800.

Tíðspunkt
mánadagur 17. feb., kl 12:00
Longd
Stað