Kl. 23:55.
Skriva út
Freist at søkja um íslendskan lestrarstyrk
Íslendska Mentamálaráðið bjóðar føroyingum at søkja stuðul í samanlagt 9 mánaðir til lestur í íslendskum sum øðrum máli á Háskóla Íslands.
Upphæddin røkkur til vistarhald. Studentunum verður útvegað innivist á studentagarði, og húsaleigan verður goldin av studninginum.
Umsóknir skulu sendast til:
Stofnun Árna Magnússonar í íslendskum fræðum,
Stofu Sigurðar Nordals,
Posthólf 1220,
IS-121 Ísland
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. desember 2024
Umsóknarblað og kunning kunnu takast niður her ella fáast við at venda sær til Føroyamálsdeildina. Hesi eru eisini at finna á heimasíðuni: www.arnastofnun.is.
Studningshavar í verandi skúlaári kunnu søkja um framhaldsstudning.