7
feb
FILM JANUAR2019-1a.jpg


Kl. 09:30. Kongshøll, í Sjóvinnuhúsinum Tiltak

Skriva út

Japanskur filmsdagur

Hósdagin 7. februar verður áhugavert filmstiltak í Kongshøll á Vestaru Bryggju.

Í samstarvi við japansku sendistovuna í Keypmannahavn verða tveir virðisløntir japanskir filmar sýndir. Tiltakið er alment og ókeypis. Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

Serliga ætlað lesandi:

Kl. 09.30 Kunning um Japan (Shima Hasegawa Møller leggur fram)

Kl. 09.50 Kunning um MEXT (Scholarship), ið er stuðulsskipan til lesandi sum ynskja skiftislestur í Japan (T. Ambe leggur fram)

Filmssýningarnar:

Kl. 10.00 The Mohican Comes Home

Stuttur steðgur

Kl. 13.00 Thermae Romae

The Mohican Comes Home (2016):

Ein sorgblíður familjuleikur, sum er pallsettur í einari oyggj í Sato-vatninum í Japan. Heimkoman hjá einum ungum manni við hanareyki, sum hevur verið burturi í sjey ár, skakast av framsøgnini um avmarkaðu tíðina, sum pápi hansara hevur eftir at liva. Filmurin er skrivaður og stjórnaður av Okita Shuichi, sum hevur skapt eina serkenda heimsmynd í filmum sum t.d. The Chef of South Polar og A Story of Yonosuke.

Eikichi (Matsuda Ryuhei), sangari í einum lítið kendum death metal tónleikabólki, hevur avgjørt at giftast unnustu síni, Yuka, sum er við barn. Hann leggur leiðina aftur til barndómsheimið í Tobi-oynni eftir nógv ár. Men óvikandi pápi hansara, Osamu, fellur niður og fær krabbameins-diagnosu.

Thermae Romae (2012):

Ein tulking av kendu og vælumtóktu manga hjá Yamazaki Mari, sum hevur vunnið fleiri prísir. Abe Hisoshi, og restin av bólkinum av sera dugnaligu sjónleikarum, við neyvt myndahøgdum andlitum, leypa út í tað við sínum leiklutum sum borgarar í gamla Róm. Eitt annað hugtakandi aspekt í filminum er tann stóri opni karmurin, ið er skaptur í Cinecitta – størstu filmsverkstovuni í Italia.

Lucius (Abe), ein spa-baðstovuarkitektur hjá Rómverjaríkinum, ferðast av misgáum í tíð og endar í eini modernaðari japanskari baðihøll. Hann tekur síðan brot úr japanskari mentan, sum hann tilognar sær har, við sær aftur til Róm, og tað roynist serstakliga væl. Og úrslitið verður, at keisarin gevur honum boð um at byggja eina sera stóra spa-baðstovu.

Tíðspunkt
hósdagur 7. feb., kl 9:30
Longd
Stað
Kongshøll, í Sjóvinnuhúsinum