29
nov
Skærmbillede 15 11 2024 144740 Www.Oecd Events.Org


Kl. 12:30. Online Tiltak

Skriva út

PISA-ráðstevna hjá OECD

29. og 30. november skipar OECD fyri PISA-ráðstevnu í Dubrovnik í Kroatia, sum eisini verður miðlað á netinum.

Endamálið er at viðgera, hvussu úrslit frá PISA-kanningunum kunnu brúkast til at ávirka útbúgvingarpolitikk og virksemið í skúlaverkinum.

Nógvir og viðkomandi fyrilestrar eru á skránni, og føroyska íkastið stendur Ingi Heinesen Højsted fyri. Hann er ph.d., lektari og granskingarleiðari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Ingi er á skránni 30. november klokkan 08:20, tá hann leggur fram eitt ítøkiligt inntiv í Føroyum, sum hevur til endamáls at bøta um førleikarnar í støddfrøði. Talan er um verkætlanina "Støddfrøði í verki", sum Ingi hevur sett í verk í samstarvi við Barna- og Útbúgvingarmálaráðið, Undirvísingarstýrið og NÁM.

Lesið meira um skránna og fylgið við á netinum her.

Tíðspunkt
fríggjadagur 29. nov., kl 12:30
Longd
29. - 30. november 2024
Stað
Online