27
mar

Kl. 12:00. Á netinum Tiltak
Skriva út
Ráðstevna á netinum um lógarmál
27. og 28. mars verður norðurlendsk ráðstevna á netinum um lógarmál, sum fyri mong er ilt at skilja
Gjógvin millum gerandismál og lógarmál er ein avbjóðing fyri mong, og nú verður ein ráðstevna hildin á netinum, har gransking og royndir á hesum økinum verða undir luppinum.
Ráðstevnan, sum er ókeypis, er fyriskipað av netverkinum Greiðmál, sum hevur arbeitt við ráðstevnum av hesum slagi síðani 1998.
Netverkið er sett saman av teimum fimm almennu málstovnunum í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki. Nýliga hevur føroyska Málráðið eisini fingið ein lim í netverkið.
Skrá, fyrilestrarhaldarar og tilmelding her.