2
mai



Kl. 12:00.

Skriva út

Umsóknarfreist: FASDiNA

Á middegi 2. mai er evstamark at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir í granskingarskránni, FASDiNA, sum er stytting fyri Foreign Affairs, Security, and Defence Policy in the North Atlantic

Fólkatingið hevur játtað fígging til eina granskingarskrá í uttanríkisviðurskiftum, trygd og verjupolitikki í Norðuratlantsøkinum í tíðarskeiðnum 2023-2026.

Granskingarráðið fyrisitur skránna, og tey lýsa nú eftir teimum fyrstu umsóknunum.

Tøka játtanin í fyrsta stuðulsumfarinum er 6,9 milliónir krónur. Ætlanin er at stuðla tveimum granskingarverkætlanum og trimum ella fýra styttri ritum – Policy Papers.

Freistin at søkja um stuðul til granskingarverkætlanir 2. mars á middegi føroyska tíð.

Lýsingin eftir umsóknum við vegleiðing og neyvari treytum er at finna her. Umsóknir skulu sendast inn gjøgnum umsóknarportalin.

Ein stuttur netfundur verður hildin fríggjadagin 2. februar kl. 13 føroyska tíð, har skráin og krøvini til umsóknir verða løgd fram. Møguleiki verður fyri spurningum og svarum. Martin Breum leiðir fundin.

Tilmelding til netfundin, sum verður hildin á Zoom, er kravd. Melda til her.

Lesið meira her.

Tíðspunkt
hósdagur 2. mai, kl 12:00
Longd
Stað