
Útgávutiltak: Bók um føroyskan uttanríkispolitikk
Mikudagin 2. apríl gevur Fróðskapur út greinasavn um føroyskan uttanríkispolitikk, sum viðger støðu Føroya í heiminum við søguligum og aktuellum brillum. Bókin verður løgd fram á tiltaki sama dag klokkan15:30 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn
- Hvussu hava Føroyar røkt síni áhugamál í altjóða viðurskiftum?
- Hvussu byrjaði føroysk luttøka í altjóða samfelagnum?
- Hvørjir tættir mynda føroyskan uttanríkispolitikk?
- Og hvussu sær framtíðin út?
Mikudagin tann 2. apríl gevur forlagið Fróðskapur út nýggja bók um føroyskan uttanríkispolitikk. Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.
Seytjan høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger m.a. vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.
Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.
Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.
Á útgávutiltakinum á Søgu- og samfelagsdeildini verður m.a. samrøða við Árna Olafsson, sum hevur arbeitt sum embætismaður í Føroyum og Danmark í fleiri áratíggju, og sum eisini er ein av rithøvundunum í bókini. Somuleiðis fer fyrrverandi landsstýrismaðurin i uttanríkismálum, Høgni Hoydal, at siga nøkur orð, umframt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina.
Kaffi verður at fáa, og ein kann eisini ogna sær nýggju bókina.