30
okt



Kl. 15:00. Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn Tiltak

Skriva út

Valfundur: Havnin sum altjóða lestrarbýur

Kommunuval: Fróðskaparsetur Føroya bjóðar almenninginum til stóran politiskan valfund í Kongshøll á Vestaru Bryggju mikudagin 30. oktober klokkan 15:00. Fundurin verður eisini stroymdur her

Havnin hevur ónýttar møguleikar til at gerast ein góður lestrarbýur við nógv fleiri lesandi, sum geva sítt virðismikla íkast til samfelagið. Og eisini fær Havnin við komandi atlimaskapi Føroya í europeiska Erasmus+ gyltan møguleika at blíva ein spennandi altjóða universitetsbýur.

Men hvussu kann hetta fremjast í verki, og hvat skal til fyri at seta ferð á hesa menningina av høvuðsstaðnum?

Og hvussu kann Fróðskaparsetrið við nýggju samstarvsavtaluni við Kommunufelagið hjálpa kommununum við at fáa dygdarbetri og burðardyggari tænastur til borgararnar?

Hetta verða høvuðsevnini á stórum politiskum valfundi í Kongshøll mikudagin 30. oktober klokkan 15.

Øll eru hjartaliga vælkomin á valfundin, sum eisini verður stroymdur.

Valevnini við pallborðið eru hesi:

Sambandsflokkurin:

Halla Herdalur Poulsen,

Petur Frank Jákupsson Holm

Tjóðveldi:

Bergdís Ester Gísladóttir Jensen

Jan Klein Olsen

Javnaðarflokkurin:

Milia Egilsnes Anda 

Kristianna Winther Poulsen

Miðflokkurin:

Rani A. Skaalum

Jens Knudsen

Borgaralistin:

Katrina í Geil

Jóhan E. Simonsen

Framsókn:

Súsanna Olsen

Sjúrður Zachariasson

Fólkaflokkurin:

Annfinn Hjelm

Birita Lamhauge Jóansdottir

Kommunulistin:

Malan á Dunga

Hans Petur í Brekkunum

 

 

 

Tíðspunkt
mikudagur 30. okt., kl 15:00
Longd
15:00 - 17:00
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn