Webinar: Vatn, orka og grøna matskiftið
The Nordic-Baltic Sustainable Food Systems Network skipar fyri almennum og ókeypis webinari um átrokandi vatn- og orkuspurningar í sambandi við grøna matskiftið
Granskarar á Fróðskaparsetrinum bjóða til webinar um vatn- og orkuspurningar í sambandi við grøna skiftið av matskipanini.
Webinarið eitur “Critical water and energy issues in the green transition of Nordic-Baltic food systems” og verður tann 26. september klokkan 13:00 - 15:00 føroyska tíð.
Freistin at melda til er 24. september og kann gerast her.
Á skránni verða tvær forvitnisligar framløgur við Martinu Angelu Caretta, lektara í humangeografi á universitetinum í Lund í Svøríki, og við David C. Natcher, professara í landbúnaði og tilfeingisbúskapi á University of Saskatchewan í Kanada.
Eftir framløgurnar verður kjak um vatn- og orkuspurningar í sambandi við matskipanirnar í teimum londunum, sum eru umboðað.
Vit vóna, at mong við áhuga og vitan um evnið í føroyskum høpi hava hug at luttaka í kjakinum við síni vitan og hugsan.
Webinarið er liður í eini tvey ára verkætlan, sum er fíggjað av NKJ, og sum kallast “A Nordic-Baltic framework for sustainable food systems”.
Anna Sofía Veyhe, Durita Nielsen og Elisabeth Skarðhamar Olsen umboða Fróðskaparsetur Føroya í verkætlanini.