Ph.d.-skeið um etnografiska gransking
Ph.d.-skeið um etnografiska gransking av mentanarligum og samfelagsligum transformatiónum verður á Setrinum 26.-28. oktober 2020.
Fróðskaparsetur Føroya og Roskilde Universitet skipa fyri skeiðinum. Høvuðsundirvísarar verða Betina Dybbroe (Roskilde Universitet) og Firouz Gaini (Fróðskaparsetrið), professarar.
Skeiðið er fyrst av øllum ætlað ph.d.-lesandi, men postdoc-granskarar og masterlesandi kunnu eisini søkja um pláss.
Skeiðið er ókeypis fyri tey, sum eru virkin á Setrinum.
Luttøka fyri onnur er 2000 krónur.
Evstamark at melda til og senda tilfar til ssd@setur.fo er 1. oktober.
Lesið meira um ph.d.-skeiðið her.
Tilmeldingarskjal er her
Stutt lýsing av skeiðinum á føroyskum er her
Skeiðslýsing á føroyskum her
Skeiðslýsing á enskum her
GG: Vegna koronu verður endalig avgerð tikin um skeiðið tann 12. okt